Uttanlands

Útseta avgerð um gassútbygging eystan fyri Føroyar

Nú eru fýra stórar nýggjar olju- og gassútbyggingar eystan fyri Føroyar útsettar

Kortið á heimasíðuni hjá Jarðfeingi vísir nýggjasta føroyska

Kortið á heimasíðuni hjá Jarðfeingi vísir nýggjasta føroyska "Open Door" økið, har oljufeløg kunnu søkja um leitiloyvi. Hinumegin markið síggja vit fleiri av olju- og gasskeldunum, sum eru funnar og teirra millum eisini fýra, sum ætlandi skulu útbyggjast men sum fyribils eru útsettar vegna korona og oljuprís. Kort: jf.fo

2020-08-14 16:37 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Fýra olju- og gasskeldur eystan fyri Føroyar bíða eftir at fáa endaliga góðkenning til útbygging. Cambo og Rosebank liggja tætt við føroyska markið. Glendronach liggur nærhendis Laggan kelduni og longur syðri og eystari liggur Clair South sum partur av stóru Clair kelduni.

Ikki færri enn fýra stórar útbyggingar av olju- og gassfundum á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar eru útsettar vegna koronasóttina og óvissuna um oljuprísin. Verður avgerð tikin um at útbyggja tær, kann tað fáa týdning fyri føroysku olju- og gassleitingina og fyri føroyska veitingarvinnu í framtíðini.

[object Object]

So tætt við Føroyar liggja tær báðar stóru oljukeldurnar, Cambo og Rosebank, sum helst verða útbygdar.

Gassútbygging útsett

Franska olju- og gassfelagið Total hevur nú um dagarnar avgjørt at útseta endaligu avgerðina at útbyggja gassfundið Glendronach vestan fyri Hetland. Orsøkin er tann sama sum fyri so nógvar aðrar útbyggingar á Atlantsmótinum, nevniliga støðan við koronavirus og lágu oljuprísunum.

[object Object]

Gassið frá Atlantsmótinum verður flutt gjøgnum rørleiðing til Sullom Voe terminalin í Hetlandi

Gassfundið varð gjørt í 2018 og er størsta fundið á Atlantsmótinum síðani 2008. Glendronach liggur tætt við verandi gassfeltið Laggan Tormore, sum liggur miðskeiðis millum Føroyar og Hetland. Roknað verður við at ein útbygging av hesum gassfeltinum eisini kann skunda undir leiting og útbyggingar í grannalagnum í framtíðini.

Útbyggingin fer at gera gassvirksemið í økinum meira lønandi, har tað longu frammanundan verður framleitt gass frá fýra keldum, Laggan, Tormore, Glenlivet og Edradour. Gassið frá øllum keldunum verður flutt umvegis rørleiðing til terminalin í Sullom Voe í Hetlandi.

Ætlanin var at taka avgerð um útbygging av Glendronach í summar men hon er úttsett í eitt ár. Total, sum er fyristøðufelag, eigur 60%, meðan Ineos og SSE eiga 20% hvør. 

Koronasóttin og prískreppan hava higartil havt við sær, at endaliga avgerðin um ikki færri enn tríggjar aðrar nýggjar útbyggingar er útsett. Hesar eru Cambo, Rosebank og Clair South. Og nú kemur so Glendronach aftrat.

[object Object]Føroyska ferðalagið við umboðum fyri Oljuvinnufelagið og FOÍB, sum vitjaði oljufeløg í Aberdeen í 2018, eitt nú Siccar Point og Shell, sum arbeiða tætt við føroyska markið.

Týdning fyri Føroyar

Fyri føroyska olju- og gassleiting og fyri føroyskar veitarafyritøkur eru umrøddu fýra útbyggingar rættiliga týdningarmiklar. Tvær teirra liggja heilt tætt við føroyska markið, nevniliga Cambo og Rosebank, meðan Clair South og Glendronach liggja nakað eystari á Atlantsmótinum.

Verða avgerðir tiknar um útbyggingar, so kann tað koma at skapa áhuga fyri økinum okkara megin markið eisini. Tað er nevniliga vanligt, at oljufeløg, sum fara undir stórar útbyggingar í einum øki, royna at fáa sær atgongd til øki í grannalagnum, ið møguliga kunnu goyma olju og gass og harvið økja um samlaðu goymslurnar og gera lønsemið størri fyri útbygdu feltini. 

Men ikki bert fyri leiting á føroyska landgrunninum kunnu hesar útbyggingar hava týdning. Eisini fyri føroyska veitingarvinnu, sum við tíðini hevur útvegað sær drúgvar royndir og vitan at kunna taka ímóti arbeiðsuppgávum bæði á landi og til havs, kunnu útbyggingarnar fáa týdning. Í fleiri førum liggja feltini, ið møguliga verða útbygd bretsku megin markið, væl nærri Føroyum enn bæði Hetlandi og Skotlandi, og tí kunnu Føroyar við sínum vørum og tænastur gera útbyggingarnar bíligari, og júst tann sannroyndin er av avgerandi týdningi í tíðum, har oljuprísurin er lágur. 

[object Object]

Føroyska ferðalagið gjørdi sær ómak at greiða oljufeløgum í Aberdeen frá teimum tænastum, sum Føroyar kunnu veita í sambandi við virksemið eystan fyri markið og í Bretlandi sum heild

Oljuvinnufelagið fylgir gongdini

Føroyska veitingarvinnan við Oljuvinnufelagnum á odda fylgir væl við gongdini hinumegin markið fyri at tryggja sær, at olju- og gassfeløg, sum fara undir útbyggingar so nær Føroyum, eru vitandi um tær tænastur, sum Føroyar kunnu veita. Herfyri vórðu umboð fyri veitingarvinnuna saman við umboðum frá FOÍB (Føroya Oljuídnaðarbólki) tí á vitjan í Skotlandi, har tey kunnaðu oljufeløg um umstøðurnar í Føroyum at veita tænastur til virksemið á Atlantsmótinum, ið við tíðini hevur otað seg nærri og nærri Føroyum. Endamálið við vitjanini var at skapa grundarlag fyri veitingum og fyri at fáa samstarv við bæði oljufeløg og veitarafeløg í Bretlandi.

Og í Vinnumálaráðnum eins og á Jarðfeingi fylgja tey gongdini hinumegin markið við stórum áhuga, nú tað er eitt ynski í Føroyum at fáa útlendsk feløg at koma henda vegin at leita í undirgrundini. Hóast seinastu útbjóðingarnar til leiting eftir olju og gassi við Føroyar ikki góvu nakað ítøkiligt úrslit, so gjørdist tó greitt, at fleiri oljufeløg vísa føroyska økinum áhuga. Í løtuni er eingin nýggj útbjóðing á skránni, men landsstýrismaðurin í oljumálum, Helgi Abrahamsen, segði við Kringvarpið fyrr í ár, at útlendsk oljufeløg eru vælkomin at søkja um loyvi at leita gjøgnum “Open Door” leitiskipanina. Meira fæst at vita um hesa skipanina á heimasíðuni hjá Jarðfeingi, jf.fo. 

Úrslit av bretskari útbjóðing nærkast

Í løtuni verður við stórum spenningi bíðað eftir, at bretskir myndugleikar skulu kunngera úrslitið av teirra seinastu útbjóðing. Eitt úrslit er væntandi seinast í hesum mánaðinum skilst. Tað fer so at vísa, um oljufeløg hava fingið tilluttað leitiloyvi tætt við føroyska markið. Tað vil so aftur geva eina haldgóða ábending um, hvørji oljufeløg kunnu vísa seg at hava áhuga í leiting á føroyska landgrunninum í framtíðini og helst eisini, hvar á landgrunninum. (Sí kortið, sum vísir Open Door á føroyska økinum eins og olju- og gasskeldur hinumegin markið.)

[object Object]

Seinastu leitiútbjóðingarnar á Atlantsmótinum millum Føroyar og Hetland vóru gjørdar í samstarvi millum myndugleikarnar í báðum londum. Spenningurin er stórur, hvørji loyvi verða latin í bretsku útbjóðingini, sum vit síggja høgrumegin markið. Hesi kunnu fáa týdning fyri framtíðar føroyska leiting eisini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder