Nógv umrødda útbyggingin av stóru oljukelduni Cambo, sum liggur tætt við føroyska markið, verður nú útsett til 2022. Hetta upplýsir stjórin í oljufelagnum Siccar Point Energy, Jonathan Roger.
Hann sigur orsøkina til útsetanina vera “operational issues” og “closing weather window”, tvs. rakstrarligir spurningar og árstíðin. Ikki er ráðiligt at fara undir arbeiði í slíkum veðurbardum øki á Atlantsmótinum, nú veturin skjótt nærkast. Umboð fyri umhvørvisfelagsskapir vilja harafturímóti vera við, at orsøkin er nógva mótstøðan móti útbyggingini í sambandi við veðurlagsbroytingarnar.
Stjórin í Siccar Point sigur, sambært Energy Voice, at høvuðsveitarin, sum skal standa fyri útbyggingini, hevur biðið um meira tíð til at fáa ymisk viðurskifti uppá pláss, og tí er avgjørt at útseta tíðarætlanina fyri projektið. Annars fer arbeiðið ikki í gongd, fyrr enn bretski loyvismyndugleikin, OGA, hevur givið endaligt grønt ljós til ætlanina. Herfyri lata oljufelagið inn umhvørvisætlan fyri útbyggingina, so tað nú er upp til myndugleikan at taka endaliga avgerð í málinum.
Ein orsøkin til at júst umrødda útbygging, sum liggur eystan fyri Føroyar, hevur fingið so nógva umrøðu, er komandi veðurlagsráðstevnan í Glasgow í november. Umhvørvisfelagsskapir og politikarar halda tað vera eitt sera skeivt signal at senda undan ráðstevnuni at geva loyvi til eina stóra oljuútbygging í bretskum øki.
Herfyri skrivaði oddakvinnan í SNP og skotsku stjórnini til bretska forsætisráðharran Boris Johnson og bað hann um at endurskoða loyvi til oljuútbyggingar á bretska landgrunninum og her eisini Cambo. Mett verður at hon hevur tikið hetta stigið, nú SNP hevur brúk fyri stuðuli frá teimum grønu. Tað er annars í síðsta enda bretska stjórnin, sum kann avgera, hvønn veg tað skal ganga. Boris Johnson hevur annars longu víst á, at til ber ikki at bróta longu gjørdar avtalur.
Í Skotlandi mæla umboð fyri vinnuna myndugleikunum frá at steðga útbyggingini, tí tað fer at hava sera álvarsligar avleiðingar fyri Skotland, hvørs oljuvinna fevnir um meira enn 100.000 starvsfólk. Eisini kann hetta hava við sær, at Bretland í framtíðini verður noytt til at innflyta olju úr øðrum londum, har einki eftirlit er við útláti og ol.
Nú um dagarnar hevði bretski ráðharrin fyri Skotland, David Duguid, fund við oljufelagið Siccar Point, sum stendur fyri útbyggingini. Eftir fundin segði hann við miðlarnar, at olja og gass “are critical”, eru avgerandi fyri at røkka málunum í grøna orkuskiftinum. Oljuvinnan hevur í avtalu við myndugleikarnar nevniliga bundið seg til at minka um útlátið, samtíðis sum vinnan fær møguleika at halda fram við sínum virksemi og útbyggja tað.
Bretski ráðharrin sigur, at tað hevur tað týdning at byggja út oljukeldur á bretska landgrunninum heldur enn at skula innflyta olju úr øðrum londum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald