Uttanlands

Vænta góðkenning av Cambo oljukelduni eftir Rosebank

Tað sigur fyribilsstjórin í Ithaca Energy, nú stutt eftir, at bretskir myndugleikar hava givið grønt ljós til Rosebank útbygging nær føroyska markið

Verður grønt ljós givið til útbygging av stóru Cambo kelduni fer ein pallur sum hesin partur av umhvørvinum við markið.

Verður grønt ljós givið til útbygging av stóru Cambo kelduni fer ein pallur sum hesin partur av umhvørvinum við markið.

2024-01-29 15:59 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast loyvi til útbygging av stóru Cambo olju- og gasskeldan tætt við føroyska markið hevur verið umstrítt nú í eina tíð, eftir at Shell tók seg úr verkætlanini í fjør, so dylur leiðslan í fyristøðufelagnum Ithaca Energy ikki fyri, at hon roknar við, at myndugleikarnir fara at geva grønt ljós til hesa eini tí størstu olju- og gasskelduni á bretska landgrunninum.

Iain Lewis, bráðfengisstjóri í felagnum sigur sambært Energy Voice, at hann er sannførdur um, at stjórnin fer at góðkenna útbygging av Cambo júst sum hon hevur gjørt við grannakelduna Rosebank.

[object Object]

Tær báðar risastóru olju- og gassleiðirnar skamt frá føroyska markinum, Cambo og Rosebank. 

-Vit vóna fyri Bretland, at henda verkætlanin verður útbygd. Sjálvandi er tað spell, at andstøða er til ætlanina frá onkrari politiskari síðu. Rosebank, sum er góðkent, er eitt dømi um ósemju, tó at einki er at seta fingrarnar á hvørki umhvørvisliga ella fíggjarliga. Eg ivist ikki í, at myndugleikarnir fara at geva rætta svarið, tá teir hava eftirhugt verkætlanina, sigur Lewis.

Hann sipar her fyrst og fremst til mótstøðuna frá umhvørvisfelagsskapum men eisini frá politikarum í bæði stjórn og andstøðu. Núverandi konservativa stjórnin hevur tó gjørt greitt, at hon fer at góðkenna útbyggingar, um tær liva upp til treytirnar og vísir til, at talan er um at geva loyvi til loyvi, sum longu eru latin og sum nú koma til útbygging. 

[object Object]

Ithaca Energy eigur 100% í Cambo, eftir at Shell, sum hevði 30% av ognarskapinum, tók seg aftur vegna nógvu negativu umrøðuna av verkætlanini frá umhvørvisfelagsskapum og ávísum politikarum.  Shell segði tó, at orsøkin var ein spurningur um fíggjarliga grundarlagið undir verkætlanini.

Síðani hevur Ithaca roynt at fingið okkurt annað orkufelag at átaka sær part av verkætlanini. Felagið hevur áður sagt, at tað er ført fyri einsamalt at útbyggja oljuleiðina, men sær helst, at annað orkufelag eisini er partur av stóru útbyggingini.

Cambo liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum. Ithaca Energy, sum enn einsamalt eigur kelduna, er annars eisini partur av Rosebank, sum liggur í grannalagnum, og har Equinor er fyristøðufelag. Rosebank fer undir framleiðslu í 2026-27. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]Framleiðsluskipið Petroljarl Knarr, sum í løtuni verður gjørt klárt til framleiðsluna á Rosebank leiðini um tvey til trý ár. 

Sama Equinor hevur júst verið á vitjan í Føroyum fyri at kunna seg um veitaraumhvørvið her, nú Rosebank skal útbyggjast.

Verður grønt ljós eisini givið til Cambo útbygging í hesum árinum, tá fara vit at síggja tvær risastórar útbyggingar av olju- og gasskeldum skamt frá føroyska markinum við einum undirstøðukervi, sum kann fáa alstóran týdning fyri møguligt framtíðar orkuvirksemi føroysku megin markið eisini. 

Kelda: Energy Voice

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder