
Fyrimunirnir við nýggju royndarverkætlanini eru nógvir, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev. M.a. tí at gassoljan:
- er reinari og lættari at fáast við
- dálkar ikki umhvørvið á sama hátt sum tungolja
- skal ikki haldast heit fyri at kunna brúkast
viðførir ikki somu mongd av slam ella evju, sum skal handfarast og burturbeinast á forsvarligan hátt
Tað hevur kravt eina umlegging og umfatandi reinsing av motorum og tangum, sum enn ikki er heilt liðug.
Umleggingin í Vági er ein roynd, sum skal vara í eitt ella tvey ár. Hareftir kann staðfestast, um tað er fíggjarliga forsvarligt ella ei, og tá kann avgerð takast um hvørt hetta er endaligt.
Í løtuni eru ikki ítøkiligar ætlanir um at leggja um til gassolju á Sundsverkinum.
“Fyrimunirnir eru nógvir, meðan vansarnir við at leggja um fyrst og fremst eru fíggjarligir”, sigur Heri Mortensen. “Tungolja er bíligari enn gassolja, og um alt Sundsverkið skal leggjast um til gassolju, verður so stórur munur á kostnaðinum av at reka verkið, at tað fer at síggjast aftur í elprísinum hjá brúkarunum.”
Tað er eisini ymiskt, hvussu verkini bæði eru sett upp, og hvussu nógv tey koyra. Vágsverkið koyrir nógv færri tímar um árið nú, so oljunýtslan er munandi minkað. Í 2024 lá Vágsverkið stilt í tilsamans 110 samdøgur, meðan vindur, sól og battarískipanin syrgdu fyri streymi til suðringar.
“Vágsverið hevur harumframt líka frá byrjan verið hitað vil el-orku, sigur Heri Mortensen. “Soleiðis skilt, at tann orkan, sum hevur verið nýtt til at halda oljuna heita á Vágsverkinum hevur verið elorka, meðan oljan á Sundsverkinum verður hildin heit av dampi. Tað merkir, at á Vágsverkinum er ein fíggjarlig sparing við at leggja um til gassolju, sum ikki er tann sama á Sundsverkinum.”
Síðstu droparnir av tungolju verða í løtuni reinsaðir út úr seinasta motorinum á Vágsverkinum, og væntandi verður verkið væl lættari og reinari at reka eftir hesa umlegging.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald