2022-11-03 22:37
Tað er eisini orsøkin til, at fleiri stjórnir nú eru noyddar til at fremja óvanlig tiltøk bæði fyri at styrkja orkueffektivitetin og at økja um menningina av varandi orkukeldum og hitapumpum umframt at taka stig til at minka um eftirspurningin eftir gassi, sigur Birol.
Orsøkin til eitt stórt gasstrot næsta ár kann stava frá, at Russland fer at steðga gassveitingini heilt, og at Kina økir um innflutningin av flótandi gassi.
Evropa hevur stórt brúk fyri tí flótandi gassinum bæði í ár og kanska serstakliga í næsta ár, sum kann loysa av gass úr Russlandi.
Í løtuni eru gassgoymslurnar í Evropa 95% fullar, men vandi er fyri, at tær kunnu minka til 65% næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald