Tiltakið, sum ber heitið “Varandi heimur”, verður í døgunum 25. og 26. oktober á Giljanesi. Fyrireikari er felagið “Høgra” og er skráin gjørd í samstarvi við Umhvørvisstovuna og Vinnuhúsið.
Hetta skriva stigtakararnir á heimasíðuni varandi.fo., har eisini er yvirlit yvir fyrilestrarhaldarar og skránna.
Millum fyrilestrarhaldararnar eru m.a. landsstýriskvinnan í orku- og umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, Sigurð í Jákupsstovu frá Umhvørvisstovuni, Ari Johannesen frá Elveitingareftirlitinum, Súsanna Berg frá Vinnuhúsinum, Regin Jacobsen frá Bakkafrosti, Terji Nielsen frá SEV, Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni, Mouritz Mohr frá MEST, Johnny í Grótinum frá Búskaparráðnum, Jón Kragesteen frá FNU, Tórbjørn Jacobsen frá Kommunufelagnum, Páll Rói Poulsen frá felagnum Stórbilar og mong onnur.
Millum evnini, sum verða umrødd á ráðstevnuni, eru m.a. sól-, vind- og sjóvarfalsorka, elveitingarlóg, burðardygd og grøn orkunýtsla og spurt verður ma., hvussu vit kunnu fremja grøna orkuskiftið eins og hvussu vit fáa skipaflotan til at vera grønan.
Fyrireikararnir siga, at til ber at bjóða og vísa fram vørur og tænastur á básum á Giljanesi.
Sponsorar av tiltakinum “Varandi heimur” eru Hiddenfjord, Bakkafrost og SEV.
Um stigtakaran er at siga, at felagið Høgra stendur fyri kreativari marknaðarføring og grafiskari sniðgávu. Eigarin av fyritøkuni er Høgni Rasmussen í Havn. Høgra hevur heimasíðuna hogra.fo.
Kelda: varandi.fo og hogra.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald