
Tað er sjálvur ST aðalskrivarin António Guterres, sum upplýsir hetta skrivar Financial Times. Hann sigur m.a.: -Lond, sum halda fast um fossila orku verja ikki sínar búskapir – tey oyðileggja teir. Hann vísir á, at fossila orkan er við at fara í søguna, nú varandi og rein orka tekur dik á seg og eru vorðin bíligari.
Guterres segði á ST fundi í New York, at varandi orka er ikki longur eitt lyfti men fakta. Hann fanst at orku- og veðurlagspolitikkinum hjá Donald Trump forseta og segði, at tað var skreivt av USA at taka seg úr París avtaluni eins og raðfesta nýggja boring.
-Fossila øldin er farin tíð. Íløgurnar í varandi orku økjast í hvørjum, um somu tíð, sum tær minka í eitt nú olju og gass, og tað er einasta gongda leiðin at fara. Eisini gerst tað alsamt bíligari at gera íløgur í varandi orku heldur enn í fossila orku legði hann aftrat og vísti annars til Kina, har framleiðslan av varandi orku stendur fyri 10% av búskapinum.
Hann segði víðari, at brenning av koli, olju og gassi er størsta mannagjørda hóttanin móti veðurlagsbroytingum og legði dent á, at varandi orka er eisini av alstórum týdningi í sambandi við orkutrygd.
Umleið tríggir fjórðingar av heimsins íbúgvum liva í londum, sum eru innflytarar av fossialari orku, ið ger tey sera viðkvom fyri hækkandi prísum, óstøðugari veiting og geopolitiskum ósemjum. Guterres fanst eisini at londum, sum lata stuðul til framleiðslu av fossilari orku.
Vaksandi eftirspurningurin eftir orku til tess at menna vitlíki leggur trýst á allar skipanir og heitti hann á stóru tøknifeløgini um at brúka varandi orku til at menna vitlíki innan 2030.
Skeiðið hjá António Guterres sum ST aðalskrivari gongur út í ár. Hann hevur frá byrjan verið ein av fremstu mótstøðufólkunum móti fossilari orku, nakað, sum avgjørt íkki fellur í góða jørð hjá nýggja amerikanska forsetanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald