
Hetta vísir nýggj frágreiðing frá tankasmiðjuni Ember. Eftirspurningurin eftir streymi veksur kring allan heim, men hóast tað var vøksturin í sól- og vindorku so mikið stórur, at hann svaraði til 100% av økta orkueftirspurninginum og var eisini orsøkin til eina lítla minking í nýtsluni av koli og gassi.
Hóast hesi tølini sigur Ember eisini, at tey geva eina rættiliga fjølbroytta mynd í mun til, hvar vit eru í heiminum. Menningarlond við Kina og India hava gingið á odda í grøna orkuskiftinum, meðan ríkari lond so sum USA og ES hava troytt fossilar orkukeldur í størri mun til upphiting av húsarhaldum í sambandi við elframleiðslu.
Tað er fyrst og fremst Kina, sum gongur undan við at økja um varandi orkuna frá sól og vindi. Hetta hevur gjørt, at nýtslan at fossilari orku til streymframleiðslu er minkað við 2% í Kina. Eisini India eigur týðandi lut í vøkstrinum av sól- og vindorku til streymframleiðslu.
Hóast munur er á hesi gongdini í ymsum pørtum av heiminum, so sigur Ember í síni frágreiðing, at heimurin er komin til eitt avgerandi vegamót, har rein orka fylgir vaksandi eftirspurninginum.
Sólorka stendur fyri størsta partinum av vøkstrinum í streymnýtsluni við 83% . Hetta hevur verið støðan nú í trý ár. Og 58% av hesum vøkstrinum er í menningarlondum. Ein høvuðsorsøkin er prísurin á sólorku, sum er lækkaur við 99,9% síðani 1975.
Ikki bert í londum sum Kina, India og Pakistan síggja vit stóran vøkstur í nýtsluni av sólorku, eisini í Afrika síggja vit eitt “sólboom” við einum vøkstri av sólpanelum við 60%.
Vit síggja tó eisini stórar avbjóðingar í hesum sambandi sigur Ember. Eitt nú hava stórir partar av Asia, Arfika og Latínamerika tørv á stórum nøgdum av streymi til airkonditión í dagtímunum. Her verða so battarí brúkt til at goyma orkuna.
Tá talan er um vindorku er støðan ein onnur. Her hava lond sum Bretland stórar avbjóðingar. Prísurin á vindmyllum er ikki lækkaður eins nógv sum á sólapanelum. Hægri rentur hava eisini økt um lániútreiðslurnar, sum hevur gjørt tað nógv dýrari at seta upp vindmylnulundir hesi seinastu árini. Tað hevur eisini víst seg at vera torført at fáa javnvág í veitingina – í vetrartíð kann eingin vindur vera í vikur og krevur tað battaríir, sum ger alla skipanina nógv dýrari at byggja og reka.
Ember frágreiðingin sigur í síni niðurstøðu, at hvar enn vit eru í heiminum, so er Kina nógv fremst innan reina tøkni. I august 2025 var kinesiski útflutningurin av reinari orku methøgur við 20 mia. dollarum, serstakliga orsakað av vaksandi sølu av elbilum, sum vaks við 26% og battaríium við 23% vøkstri. Samanlagt er kinesiski útflutningurin av elbilum og battaríum meira enn tvífalt so stórur sum virðið á landsins útflutningi av sólpanelum.
Keldur: BBC, Energy Voice, DR
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald