Innanlands

Vatnorkan er á veg at seta met í ár

Altjóða vatnorkudagur er í dag

Mýruverkið (Mynd: Sev)

Mýruverkið (Mynd: Sev)

2022-10-11 12:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Altjóða vatnorkudagur er í dag, skrivar heimasíðan hjá Sev, sum eisini staðfestir, at føroyska ravmagnsframleiðslan úr vatnorku hevur roynst væl. Okkurt bendir á, at Sev er við at nærkast einum nýggjum meti í ár, hvat vatnorkuframleiðslu viðvíkur.

Higartil í ár hevur vatnorkan staðið fyri 28 prosentum av samlaðu elorkuframleiðsluni, og tað merkir, at í ár hevur tað verið soleiðis, at nærum triðju hvørja ferð, vit tendraðu ljósið, løddu telefonina ella bilin, var tað streymur úr vatnorku, vit brúktu.

Til og við september 2022 vóru 88,1 GWt framleiddir úr vatnorku. Hetta er 30 GWt fleiri enn í fjør og smáir 2 GWt fleiri enn í 2015, sum var metár fyri vatnorkuframleiðslu við 85,5 GWt.

Seks vatnorkuverk eru í Føroyum. Trý í Vestmanna (Mýrarnar, Fossá og Heygar), eitt á Eiði, eitt við strond á Borðoynni og eitt í Botni í Suðuroynni.

Vatnorkuverkið í Botni í Vági er tað elsta. Tað varð tikið í brúk fyri góðum 101 árum síðani, í juli 1921.

Á heimasíðuni hjá Sev ber til allatíðina at fylgja við, hvaðani streymurin kemur. Um middagsleitið í dag komu góð 51 prosent frá vatnorku, 39 prosent frá dieselverkunum, 7,5 prosent frá vindorku, 2 prosent frá biogassi og 0,1 prosent frá sólorku. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder