Uttanlands

Veðurlagsráðstevna í New York alla vikuna

Nógvir av heimsins forsetum og forsætisráðharrum luttaka á ráðstevnuni

2019-09-23 09:27 Author image
Jan Müller
placeholder

Forsetar, forsætisráðharrar og onnur umboð fyri flestu av heimsins londum møtast hesa vikuna á ST høvuðsborgini í amerikanska stórbýnum New York at umrøða veðurlagskreppuna, sum eftir øllum at døma er uppaftur meira álvarslig enn higartil hildið. Ein nýggj frágreiðing, sum er gjørd undan ráðstevnuni, sigur, at dálkingin frá CO2 útlátinum er nógvar ferðir verri enn mett. Heldur enn at minka vísir frágreiðingin, at útlátið av CO2 bara veksur.

Tað er ST aðalskrivarin Antonio Guterres, sum hevur tikið stig til ráðstevnuna, sum kemur í kjalarvørrinum á mótmælisgongum kring allann heim. Guterres sigur, at heimsins lond mugu vísa í verki, at tey vilja koma dálkingini av veðurlagnum til lívs. Hetta er eisini fyrstu ferð, at heimsins forsætisráðharrar og forsetar møtast til slíkt tiltak, síðani veðurlagsavtala varð gjørd í París í 2015.

Millum leiðararnar er eisini danski forsætisráðharrin Mette Fredriksen. Danskir miðlar skriva annars í morgun, at danskir pensiónsgrunnar hava avgjørt at seta 350 mia. kr. í grønar orkuloysnir. 

Sera stórur spenningur er undan ráðstevnuni, hvat heimsins størsti útleiðari av CO2, Kina, fer at leggja fram. Tað ljóðar, at Kina fer at leggja fram eina ætlan fyri at minka munandi um sítt CO2 útlát. USA harafturímóti, sum er heimsins størsti búskapur, fer eftir øllum at døma at hava ein afturhaldandi leiklut. Amerikanski forsetin er skeptiskur yvirfyri, um klimabroytingarnar eru mannaskaptar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder