Uttanlands

Verkfall kann raka seks oljufelt í Norra

Tað fær stórar avleiðingar fyri norsku oljuframleiðsluna

2020-10-05 09:55 Author image
Jan Müller
placeholder

Í løtuni er verkfall á ikki færri enn seks norsku oljufeltum, og rakar tað norsku oljuframleiðsluna meint. Òsemja er um lønarviðurskiftini millum fakfelagið Lederne og felagið hjá norsku oljuvinnuni, Norsk Olje og gass.

Verkfallið, sum fevnir um 172 arbeiðarar, kemur í gildi í næstum, M.a. rakar verkfallið arbeiðarar á stóra Johan Sverdrup feltinum. Verkfallið fer nú eisini at raka oljufeltini Kvitebjørn, Gudgrun, Gina Krog, Gjøa og Valmon. Tilsamans standa hesi feltini fyri framleiðlsuni av 330.000 tunnum um dagin, sum svarar til 8% av samlaðu norsku oljuframleiðsluni.

Norska felagið hjá oljufeløgunum hevur higartil gjørt sáttmálar við tvey av fakfeløgunum, Energy og Safe og manglar nú Lederne. Oljufeløgini, sum standa sum operatørar fyri keldunar, eru Equinor, Neptun og Winthershall Dea.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder