Innanlands

Verkseting av battarískipan á Sundi

Samkoma á Sundi fríggjadagin

2023-12-04 16:03 Author image
Jan Müller
placeholder

Í sambandi við, at skipanin við battaríum og synkronkompensatori á Sundi, sum er enn eitt nýbrot í elsøgu Føroya, verður verksett, verður samkoma fyri innbodnum  á Sundi fríggjadagin 8. desember kl. 13.30 – 15.30.

 
Høvið verður somuleiðis nýtt til rundvísing á støð 3 á Sundsverkinum, sum stóð liðug og varð latin Sev 31. mars 2020 uttan hóvasták vegna koronutiltøk.
 
Rundvísing verður á battarístøðini, koblingsstøðini og støð 3 á Sundsverkinum. Umboð fyri landsstýrið tendrar skipanina við battaríum og synkronkompensatori sigur SEV í kunning. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder