Á verkstovuni Arctic Distributed Wind Turbine Workshop fara føroyskir og útlendskir serfrøðingar at leggja fram og umrøða vindorku við serligum denti á smærri vindmyllur og tær serligu umstøðurnar, sum gera seg galdandi í arktiskum og avbyrgdum økjum.
Skráin fevnir millum annað um grundreglur fyri vindmyllur, royndir við smáum vindmyllum, íbinding í smærri elnet, vindorku í arktiskum umhvørvi, haldføri og mótstøðuføri, sniðgeving av veingjum og meting av vindorkutilfeingi. Eisini verður komið inn á lokalan og felags ognarskap í varandi orkuskipanum.
Millum fyrilestrarhaldararnar eru serfrøðingar frá National Laboratory of the Rockies, Pacific Northwest National Laboratory, University of Calgary, DTU, SEV, Nukissiorfiit, Samsø Energy Academy og Fróðskaparsetri Føroya.
Verkstovan verður hildin í Ovastovu á Fróðskaparsetrinum í Nóatúni mikudagin 19. og hósdagin 20. august frá kl. 12.00 til 17.00 báðar dagarnar. Ovastova er í hvítu húsunum beint við Havstovuna.
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya skipar fyri við stuðli frá SEV og Føroya Verkfrøðingafelag.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald