Í neyðugu strembanini móti grønari orku verður hald lagt á alsamt meira lendi, bæði til vatnorku, vindorku og pumped storage. Sama fer at gera seg galdandi við sjóvarfalsorku. Talan er um eitt náttúrutilfeingi, sum ókeypis verður latið úr Vestmanna til Føroya fólk.
Soleiðis stendur at lesa í innbjóðing til temakvøld – eitt orkuting – um fíggjarligt endurgjald fyri jarðarlendi á leiðini móti grønari orku, sum verður hildið í Vestmanna í komandi viku.
Stigtakarin til orkitingið er ein áhugabólkur í Vestmanna saman við Vestmanna kommunu.
Fyrireikararnir vísa á, at nú grøna orkan skal útbyggjast, er talan um stór inntriv í náttúruna, sum nøkur eru í móti, og sum onnur eru fyri. Tað er sera lítið, kommunur hava fingið í fíggjarligum endurgjaldi fyri umrøddu inntriv. Og nú umsóknir eru til viðgerar um at bygga pumped storage verk í Vestmanna, hevur ein áhugabólkur í kommununi sett sær spurningin, um tað ikki hevði verið natúrligt, at kommunur, sum lata so nógv náttúrutilfeingi til grøna orku, hava rætt til eitt fíggjarligt endurgjald.
Fordømi fyri eini slíkari skipan er norska Landsfelagið fyri Vatnorkukommunur (LVK). Á leið 180 vertskommunur fyri vatnorkuútbygging eru limir í felagsskapinum, sum var stovnaður í 1978. Uppgávan hjá felagsskapinum er at stuðla rættinum at fáa ein varandi part av virðisøkingini av at orka verður vunnin úr lendinum hjá kommunum. LVK leggur stóran dent á, at her er talan um staðbundið náttúrutilfeingi. Ein skipan er fingin í lag í Noregi, har kommunur, ið lata lendi og náttúrutilfeingi til orkunýtsluna í landinum, fáa eitt fíggjarligt endurgjald. Torfinn Oppheim úr Sauda kommunu stendur fyri felagsskapinum, og hann fer á Orkutinginum at greiða frá norsku skipanini og at svara spurningum um, hvussu ein líknandi skipan kann fáast í lag í Føroyum. LVK veitir kommunum orkupolitisk ráð og fakligan og løgfrøðiligan stuðul, tá nýggjar orkuverkætlanir eru í umbúna.
Orkutingið verður hósdagin 24. mars kl. 17 til 20.30 í Miðnámi í Vestmanna.
Á skránni eru fýra fyrilestrar við Hákuni Djurhuus, stjóra á Sev, Ari Johannesson leiðara á elveitingareftirliginum á Umhvørvisstovuni, Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðara fyri pump&storage-verkætlanini hjá Sev og Torfinn Oppheim, leiðara í norska felagsskapinum LVK.
Síðan verður ballborðskjak. Við pallborðið sita Torbjørn Jacobsen, næstformaður í Kommunufelagnum, Magnus Rasmussen, landsstýrismaður við orkumálum, Torfinn Oppheim, LVK, Johan í Niðristovu, stjóri í Spf. Vindrøkt og Hákun Djurhuus, stjóri í Sev.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald