Hóast Joe Biden og Olaf Scholtz á fundi í Washington í gjár samdust um at halda fram við royndunum at finna eina diplomatiska loysn á stríðnum í Ukraina, so lat Biden forseti ongan iva vera um, at so skjótt russiskir hermenn fara um markið, tá verður Nord Stream 2 søga. Russland útflytir í dag 40% av allari orku, sum ES brúkar.
Høvuðsyvirskriftin í Washington Post í morgun
Sholtz var kortini ikki so avgjørdur sum hansara amerikanski starvsfelagi, tó at stórt trýst verður lagt á týsku stjórnina at taka eina so kollveltandi avgerð, verður tað neyðugt. Nord Stream 2, sum er fíggjað av týska vinnulívinum, skal vera við til at tryggja tí sera orkjukrevjandi týska ídnaðinum orku. So eitt forboð móti Nord Stream 2 kann gerast ein boomerangur fyri eitt nú Týskaland.
Higartil er gass fyri ein stóran part komið umvegis Ukraina úr Russlandi til Týskaland. Við at lata upp fyri Nord Stream 2 kunnu russar sleppa undan at brúka Ukraina sum millumland og harvið taka part av búskaparliga grundarlagnum hjá landinum burtur. Tað vilja amerikanarar ikki ganga við til.
Um somu tíð sum hetta hendir hevur Ursula von der Layen, ovasti í ES heitt á bæði Norra og USA um at útflyta meira gass til ES.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald