Sámal Petur í Grund spurdi, um ætlanir eru um at veita pensjónistum stuðul í sambandi við útreiðslurnar av hækkaðu oljuprísunum.
- Hevði tað ikki verið eitt hugskot at latið pensjónistunum ein øktan brennistudning, spurdi hann.
Undir orðaskiftinum vísti løgtinsmaðurin á, at stuðul kundi verið latin gjøgnum brennistudninginum.
Inntøkurnar hjá landinum vaksa
Sámal Petur í Grund vísti á, at pensjónistarnir gjalda í dag meirvirðisgjald av oljuni. Til dømi kunnu vit taka, at í gjár kostaðu 600 litrar av olju 6.660 krómur. Av tí er 480 krónur oljuavgjald og 1176 krónur eru meirvirðisgjald. Vit fáa soleiðis nógvar inntøkur í landskassan av øktum meirvirðisgjaldi, tí prísirnir fara upp.
Her heima hjá okkum merkist kríggið í Ukraina ógvusliga við at prísirnir eru farnir upp. Oljan er farin upp og hjá fleiri kemur tað at merkja ein túsundkrónuseðil um mánaðin. Sámal Petur í Grund vísti eisini á prísøkingina í mati, sum fyri eina vanliga familju fer at verða um 19.000 krónur meira um árið.
Fyri tey fíggjarliga veikastu í samfelagnum betýðir hetta ógvusliga nógv.
Sólvit Nolsø, landsstýrismaður, svaraði, at tað eru ikki ítøkiligar ætlanir um at lata oljustundning til pensjónistar, men at um støðan heldur fram, so er tað nakað, sum er neyðugt at taka upp.
Sámal Petur í Grund vísti á, at tað er rættiliga einkult at veita hendan stuðulin, tí vit hava játtan og vit vita, hvør fær stuðulin. Hann segði, at hann skilir ikki, hví vit skulu bíða við at gera nakað við hetta, sum vit vita, fer at gerast ein trupulleiki. Hann nevndi, at løgmaður hevur sagt, at Føroyar ikki fara at ganga á odda í tiltøkum ímóti Ruslandi.
- Vit kundu gingið á odda í okkara egna landi og syrgt fyri at kompensera fyri tað, sum rakar tey eldru í sambandi við kríggið í Ukraina, segði Sámal Petur í Grund at enda í viðmerkingum sínum til fyrispurningin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald