Kring allan heimin og her ikki minst í Evropa verður ferð av álvara sett á at menna vindorku til havs. Hetta sæst ikki minst í londunum kring Norðsjógvin, tvs. bæði í Hálandi, Danmark, Bretlandi og Norra. Og eisini í Føroyum verður nú eisini tosað um framtíðar vindorku til havs. Hetta nevndi leiðarin fyri orku á Umhvørvørvisstovuni Kári Mortensen í Degi og Viku nú um dagarnar. Í grannalagnum í Skotlandi og Hetlandi eru stórar vindmylnulundir til havs á tekniborðinum. Hetta eru kanska eisini tey havøkini í heiminum, og her telja Føroyar við, sum hava bestu umstøðurnar til vindorku til havs.
Men í Danmark, sum helst er tað landið í heiminum, sum leingi hevur gingið á odda at menna vindorku á landi og nú eisini til havs, eru nú ætlanir um at byggja kanska heimsins størstu vindmylnulund til havs.
Tað er íløgufyritøkan, Copenhagen Infrastructure Partners (CIP), sum ætlar at fara undir heimsins størstu flótandi vindmylnulund nærhendis Bornholm. Hon fer at liggja 41 kilometrar eystan fyri Svannike. Hon fer at fáa heitið “Bornholm Bassin Øst” og væntast at fara undir framleiðslu í 2027. Hetta skrivar Finans.dk.
Vindmylnulundin í Eystursjónum skal framleiða 1,5 gigawatt, sum er tvífalt so nógv, sum tann størsta lundin í Danmark í dag. 80% av heimshøvunum eru so mikið djúp, at tað er neyðugt at brúka flótandi eindir. Higartil eru havvindmylnulundir lagdar á lágum dýpi, har myllurnar kunnu standa á havbotninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald