Í kjalarvørrinum á París-sáttmálnum um veðurlagsbroytingar og grøna orkuskiftið hevur spurningurin um ymsar burðardyggar varandi orkukeldur so sum vind og sól tikið veruligt dik á seg. Men aftrat hesum er tað fyrst og fremst enn eitt orkuslag, sum hevur fylt nógv í bæði tíðindunum og orðaskiftinum. Tað er gransking í og framleiðslan av vetni ella betri kent sum hydrogen.
Orkufelagið BP fer at hava ein týðandi leiklut í hesi ætlan at gera Aberdeen til tann fyrsta av sínum slag lágútláts vetnisorkudepli í Skotlandi. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við býarstýrið í Aberdeen. Endamálið er at gera býin til ein vetnisdepil í heimsflokki. Verkætlanin skal minka um útlátið í býnum og samtíðis vera við til at birta uppundir búskaparliga menning.
Stjóri í BP sigur, at felagið kann koma at gagna grøna orkuskiftinum við m.a. at vera við til at menna eina verksmiðju, sum skal framleiða sonevnt grønt vetni úr vatni og fer at verða rikið við varandi orku. Vetnið, sum kemur burtur úr framleiðsluni, skal so kunna brúkast í bussferðsluni og til tyngri akfør og bilar sum eitt alternativ til diesel, sum verður mett at hava við sær stórt útlát. Ætlanin er at byrja arbeiðið í 2024. Miðjað verður eisini móti at framleiða vetni til at brúka í ídnaðinum, í sjóvinnuni og til upphiting av húsum. Eisini hava stigtakararnir í huga at útflyta vetni.
Borgarstjórin í Aberdeen sigur, sambært The Herald, at ætlanin hevur alstóran týdning fyri Aberdeen í royndini at gerast leiðandi innan vetnisframleiðslu í heiminum. Vetni fer at skapa ein reinari og meira burðardyggan bý, og tað fer at skapa nýggj arbeiðspláss og nýggjar inntøkur til býin. Aberdeen hevur annars verið høvuðssæti hjá olju og gassvinnuni í Skotlandi seinastu fimti árini og verður oftani umrøddur sum oljuhøvuðsstaðurin í Evropa.
Um somu tíð sum Aberdeen leggur seg eftir vetnisframleiðslu, royna onnur pláss í Skotlandi og Onglandi at rudda slóð fyri øðrum grønum virksemi so sum fangan og goymslu av CO2.
Myndugleikarnir í Aberdeen vilja troyta royndir og vitan og eisini fíggjarligu orkuna hjá mongu oljufeløgunum, sum halda til í býnum. BP er bara eitt av hesum mongu olju- og gassfeløgum, sum vilja gerast partur av grøna orkuskiftinum í sambandi við at minka um útlátið. Felagið er m.a. sera virkið í royndunum at menna vindorkuna út fyri Skotland og er við í seinastu stóru útbjóðingini av økjum til havs nevnd í ScotWind. Her eru 15 øki út fyri skotsku strendurnar boðin út til vindorkuútbyggingar. Umframt BP hava umleið 70 feløg og fyritøkur bjóðað uppá nýggju økini, sum eru ætlað framtíðar vindorkulundum. Loyvini verða latin tíðliga í komandi ári.
Louise Kingham, sum stendur á odda fyri BP í Bretlandi, sigur, at BP ynskir at átaka sær ein týðandi leiklut í orkuskiftinum í Skotlandi bæði innan vind- og vetnisorku. Við sínum drúgvu royndum sum orkufelag í Norðsjónum ynskir BP at gera brúk av hesum í menningini av tí grøna orkuskiftinum innan ymisk orkuøki. Tíðindini um samstarv millum BP og myndugleikarnar í Aberdeen koma beint uppundir komandi veðurlagsráðstevnuna í Glasgow í næstum.
Spurningurin um vetnisframleiðslu fyllur annars nógv í orkuorðaskiftinum sum heild. Fleiri lond og fyritøkur raðfesta vetni í sínum orkupolitikki. Eitt nú siga lond sum Norra og Saudi Arabia, at tey ætla at raðfesta íløgur í hetta orkuslagið og sama er galdandi fyri stórar ídnaðarfyritøkur. Herfyri kunngjørdi ein av størstu kemikaliufyritøkunum í Evropa, Ineos, at tað fer at skunda undir framleiðsluna av vetni. Hetta merkir eisini, at tørvur verður á gassi til at framleiða vetnisorku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald