Innanlands

Vindfeløg hjá SEV nýggjan stjóra

Nevndin í vindfeløgunum hevur avgjørt at seta Finn Danberg í starv sum stjóri í vindfeløgunum hjá Sev. Samstundis fór Hákun Djurhuus frá sum fyribilsstjóri í vindfeløgunum

Finn Danberg (Skíggjamynd: KvF)

Finn Danberg (Skíggjamynd: KvF)

2025-09-25 09:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Hákun Djurhuus hevur røkt starvið sum fyribilsstjóri í ávikavist vindfelagnum Húsahagi og vindfelagnum í Neshaga síðan mai í fjør, tá elveitingarlógin varð broytt.

Broytingin í elveitingarlógini tilskilar m.a., at kappingarútsett virksemi hjá Sev, herundir vindfeløgini, skulu rekast sum sjálvstøðug partafeløg. Lógin tilskilar eisini, at starvsfólk hjá Sev ikki kunnu røkja stjórastarvið og ikki kunnu sita í sessinum sum nevndarforfólk.

Finn Danberg er útbúgvin cand.merc.aud og maskinmeistari, og hevur fyrr verið í starvi hjá Sev. Hann er partaeigari og stjóri í fyritøkuni Lyfta, og hesum heldur hann fram við. Stjórastarvið í vindfeløgunum er parttíðarstarv.

“Stjórastarvið er parttíðarstarv, og hetta hevur avmarkað skaran á teimum, sum hava verið í uppskoti. Finn er tøkniliga og umsitingarliga væl fyri, og hevur eitt ‘drive’, sum passar væl til tað, sum vindfeløgini hava brúk fyri”, sigur Bogi Bech Jensen, nevndarformaður í vindfeløgunum.

Finn Danberg tók við starvinum 1. september.

Kelda SEV

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder