Innanlands

Vindmyllur hjá SEV helst tiknar niður

Hetta hendir eftir, at Elveitingareftirlitið ikki vil góðtaka, at SEV umvælir myllurnar í Húsahaga

2026-03-06 12:20 Author image
Jan Müller

Tað var Bogi Bech Jensen, nevndarformaður í P/F Vindfelagnum í Húsahaga, sum í Degi og Viku í gjárkvøldið boðaði frá avgerðini hjá Elveitingareftirlitinum.

Sambært svari til umsókn frá SEV sigur Elveitingareftirlitið, at SEV sleppur ikki at umvæla myllurnar í Húsahaga, sum vórðu tiknar í nýtslu í 2014.

Tað hava síðani verið nógvir trupulleikar við myllunum. Tað hevur gjørt, at tær 13 myllurnar hava staðið stillar og ikki kunnað framleitt grønan streym. KVF skrivar á síni heimasíðu, at tað hava verið stór tøknilig brek við myllunum, og tí mugu allir generatorarnir skiftast út til tess at kunna halda fram við framleiðsluni.

Sambært dótturfelagnum hjá SEV - P/F Vindfelagið í Húsahaga - kostar umvælingin 52 milliónir krónur. Fýra generatorar kunnu skiftast um árið, og arbeiðið kann tí gerast eftir trimum ella fýra sumrum. Men eingir pengar eru í vindfelagnum, sum tí noyðist til móðurfelagið SEV eftir hjálp - eftir ætlan 39 milliónum í láni og 13 milliónum í nýggjum eginpeningi veit KVF.

Eisini skulu umvældu vindmyllurnar koyra nøkur ár longur, enn vindmylluloyvið upprunaliga er givið til. Og so skal kilowatt-prísurin, sum vindfelagið avroknar eftir til SEV, ikki lækka - sum annars var avtalað, tá SEV á sinni vann útboðið um at seta upp vindmyllur í Húsahaga. Tvørturímóti skal avrokningarprísurin hækka. Hvør kilowatt-tími skal kunna seljast dýrari veit KVF at siga frá.

Elveitingareftirlitið, sum er hægsti myndugleiki vil ikki lata SEV fara undir nýggju verkætlanina m.a. tí fortreytirnar eru so nógv broyttar. Skal SEV veita vindfelagnum lán og nýggjan eginpening, skal tað gerast eftir handilsligum treytum og marknaðarrentu sigur Elveitingareftirlitið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald