Uttanlands

Vindorka á einum vegamóti í Hetlandi

Nú um dagarnar kundu hetlendingar hátíðarhalda fyrstu lidnu uppsettu vindmylluna í oyggjunum

Fyrsta av 103 vindmyllum í Hetlandi komin upp at standa

Fyrsta av 103 vindmyllum í Hetlandi komin upp at standa

2023-04-19 10:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Hon var tann fyrsta av 103 vindmyllum, sum fyritøkan Viking Energy setir upp á hetlendska meginlandinum. Tær skulu veita Hetlandi grøna orku og samtíðis lata dyrnar upp fyri útflutningi av streymi til Skotlands umframt at kunna taka ímóti streymi úr Skotlandi, tá tørvur er á tí.

Fyritøkan, sum stendur aftanfyri hesi risastóru orkuverkætlan, er SSE Renewables. Fyrsta myllan frá donsku verksmiðjuni Vestas er sett upp í økinum South Midfield, vestan fyri Kergord. Stutt eftir hetta er enn ein mylla sett upp í økinum North Nesting, nærhendis Laxo. Ein triðja vindmylla nær við Scar Quilse í næstum.

[object Object]

Hæddin á myllunum er 155 metrar. Ætlanin er, at tær 103 myllurnar skulu standa klárar til framleiðslu í 2024. Stjórin í SSE Renewables er fegin um gongdina við Viking Wind Farm  og sigur, at henda verkætlanin er ikki bert ein varði í hetlendskari søgu, hon fer at hava alstóran týdning fyri grøna orkuskiftið.

Hann vísir á, at ætlanin er, at allar myllurnar skulu standa uppi móti endanum á hesum árinum og skulu í 2024 framleiðla nokk av streymi til eina hálva millión húsarhald tvs. til øll húsarhald í Hetlandi og harvið verða við til at liva upp til setningin at røkka null útláts málini hjá bæði Bretlandi og Skotlandi.

[object Object]

Hóast ein harðan vetur hevur tað eydnast at halda tíðarætlanina. Robert Yeates, leiðari hjá Vestas fyri hetlendsku verkætlanini er sera fegin um, at alt hevur gingið eftir ætlan, og at tær fyrstu vindmyllurnar nú standa uppi.

Keldur: Shetland Times, Shetland News og Energy Voice

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder