Innanlands

Vinnuhúsið nýggja heimasíðu

Gamla heimasíðan hjá Vinnuhúsinum var frá 2008 og tørvur var á einari nútímans heimasíðu, sum er lættari hjá brúkaranum at brúka.

2023-04-17 17:15 Author image
Jan Müller
placeholder
Dentur hevur verið lagdur á, at tað skal gerast lættari at leita eftir tilfari á hesari síðuni, har nýggi leitarin ger tað einfaldari at leita eftir tí, sum ein hevur tørv á at finna.

Á heimasíðuni liggur nógv ymiskt tilfar. Mest umráðandi fyri Vinnuhúsið er sáttmálaøkið og tí er høvuðsendamálið við heimasíðuni at hýsa einum savnið av sáttmálum og lønartalvum, ið Føroya Arbeiðsgevarafelag varðar av. Afturat hesum eru vegleiðingar til arbeiðsgevarar viðvíkjandi setanarviðurskiftum, og onnur viðkomandi kunning, sum bara limir í arbeiðsgevarafeløgunum hava atgongd til.

Eitt annað týdingarmikið endamál við heimasíðuni er at breiða út tíðindi, sum eru viðkomandi fyri vinnuna, harundir sjónarmið frá FAG og vinnugreinafeløgum.

Harumframt er eitt endamál eisini at kunna um einstøku feløgini og virksemi teirra.

Kelda: industry.fo


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder