Uttanlands

Zelenskyj: Orkuframleiðandi lond eiga at økja um framleiðsluna

Tað skal ikki bera til hjá Russlandi at brúka sína olju og gass at leggja trýst á onnur lond, sigur ukrainski forsetin

Øll i Russlandi skulu skilja, at einki land kann brúka orku sum vápn og leggja trýst á heimin, sigur ukrainski forsetin (Savnsmynd)

Øll i Russlandi skulu skilja, at einki land kann brúka orku sum vápn og leggja trýst á heimin, sigur ukrainski forsetin (Savnsmynd)

2022-03-26 10:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Orkuframleiðandi lond eiga at økja um framleiðsluna, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í røðu á altjóða ráðstevnuni í Doha, høvuðsstanum í Katar í dag.

Londini skulu økja um framleiðsluna, so Russland ikki kann brúka sína olju og gass til at leggja trýst á onnur lond, sigur hann.

– Eg heiti á tykkum um at økja tykkara orkuframleiðslu fyri at tryggja, at øll í Russlandi skilja, at einki land kann brúka orku sum vápn og leggja trýst á heimin, sigur Zelenskyj sambært Ritzau.

Les eisini: USA vil gera Evropa minni heft av russiskum gassi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder