Russiska innrásin í Ukraina fer nú av álvara at merkjast í russiska útflutninginum av gassi til Evropa. USA og ES hava nevniliga undirskrivað eina avtalu um, at USA í hesum árinum skal lata ES 15 mia. kubikkmetrar av flótandi gassi (LNG). Hetta verður gjørt fyri at minka um bindingarnar, sum ES og Evropa hava í sambandi við innflutningin av russiskum gassi.
Hóast avtalan við USA “bert” fevnir um 10% av tí gassi ES brúkar, so kann avtalan verða byrjanin til eitt heilt nýtt kapitull í evropeiskari orkuveiting og orkutrygd. Hon kann eisini hava stóran súmbolskan týdning í royndunum hjá Evropa at gerast minni og helst heilt óheft av russiskum gassi.
Í dag innflyta ES lond umleið 43% av øllum gassi úr Russlandi. Týski varakanslarin sigur í morgun, at nýggja avtalan við USA kann vera við til heilt at gera eitt nú Týskaland óheft av russiskum gassi longu í 2024. Havast skal tó í huga, at flótandi gass úr USA verður væl dýrari enn gass úr rørleiðingum úr Russlandi. Forkvinnan í ES tinginum Ursula von der Leyen fegnast um nýggju avtaluna og sigur, at hetta er ein neyðug og týðandi avgerð, tí ES kann ikki líta á eitt land sum Russland sum framtíðar veitara av orku, og tað vísa seinastu hendingarnar í sambandi við innrásina í Ukraina.
Høgi gassprísurin í kjalarvørrinum á innrásini í Ukraina og stóri eftirspurningurin hava fingið fleiri framleiðarar av gassi bæði í Evropa og í Miðeystri at vaksa um framleiðsluna. Eitt nú hevur norska Equinor júst fingið loyvi til at økja um sína gassframleiðsku. Í Bretlandi hevur stjórnin heitt á íleggjarar og orkufeløg um at skunda undir útbyggingar av gassleiðum og eisini at fara undir aftur miðvísa leiting eftir kolvetnum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum (økið millum Hetland og Føroyar).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald