Uttanlands

Bretland góðkennir fyrsta kolanám í 30 ár

Tað hevur fingið øði í umhvørvisfólk og feløg 

2022-12-10 09:21 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er bretski ráðharrin Michael Gove, sum hevur givið loyvi til at loyva einum kolanámi at fara undir framleiðslu. Fer henda verkætlanin í gongd, so verður tað fyrstu ferð í meira enn 30 ár, at eitt nýtt kolanám er latið upp fyri framleiðslu í Bretlandi.

Kolið fer at verða brúkt til framleiðsu av stáli og ikki til orkuframleiðslu.

Felagsskapurin “Friends of the Earth” lýsir ætlanina eina sera harmiliga avgerð, sum fer at ganga beint ímóti stríðnum ímóti veðurlagskreppuni.

Verkætlanin fer at skapa 500 nýggj arbeiðspláss. Gove sigur, at um henda verkætlanin ikki verður sett í verk, so verður neyðugt at innflyta kol úr Russlandi. Og tað ynskir eingin.

Endamálið við verkætlanini er, at hon skal einki útlát hava. 2,8 mió. tons av koli um árið verða framleidd. Kortini eru røddir frammi um at steðga verkætlanini, tí hon gongur beint ímóti grøna orkuskiftinum, sum Bretland er partur av. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder