Tað er eingin loyna, at Danmark telist millum heimsins fremstu lond, tá talan er um grøna orkuskiftið. Hetta sæst m.a. aftur í slóðbrótandi vindmylnuídnaðinum, har fyritøkur sum Ørsted, Vestas, CIP og aðrar eiga stóran lut í eitt nú framleiðslu og uppsetan av vindmyllum og entá heimsins størstu av slagnum. Nú um dagarnar vóru partar av heimsins størstu vindmyllu koyrdir úr Hanstholm til royndarøkið nærhendis Thy.
Talan er um Vestas risavindmylluna V236-15.MW. Hon verður 280 metrar høg, og vongirnir eru 115,5 metrar langir. Tað eru myllur av hesum slag, ið feløg sum CIP og Ørsted um fá ár fara at seta upp kring heimin.
Ætlanin er at fara undir framleiðslu av hesi vindmylluni í 2024 og fer hon at kunna framleiða streym til 25.000 húsarhald um árið.
Myllan, sum fer at verða royndarkoyrd í eini tvey ár, áðrenn hon fer undir framleiðslu, er ætlað at seta upp til havs, har mesti vindurin er.
Endamálið við at testa so stóra vindmyllu er at vita, um hon kann vera í sjónum í upp til 30 ár og klára sætt ódnarveður. Hetta verður gjørt á testdeplinum Østerild í Thy. Her verða vindmyllur hjá bæði Vestas og Siemens Gamesa royndarkoyrdar.
Kelda: Vestas.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald