Uttanlands

Kríggið í Ísrael ávirkar oljuprísin

Oljuprísurin  er nú aftur omanfyri 90 dollarar fyri tunnuna - hækkaður við nærum 6 prosentum  eftir fáum døgum

2023-10-14 15:34 Author image
Jan Müller
placeholder

Undan Hamas álopinum á Ísrael seinasta leygadag rapaði oljuprísurin til niðanfyri 85 dollarar. Nú hevur støðan í Ísrael fingið prísin at hækka munandi aftur til omanfyri 90 dollarar. Altjóða miðlar skriva, at hann kann hækka enn meira  komandi dagarnar, um støðan stendur við og versnar. 

Sambært greinarum er stórur møguleiki fyri, at stríðið millum Hamas og Ísrael fer at gerast uppaftur ógvusligari, nú Ísrael ger klárt til eina innrás í Gaza.

Okkurt bendir á, at hetta kann hava við sær geopolitiskar avleiðingar fyri oljumarknaðin í Miðeystri.

Stórar nøgdir av olju fara gjøgnum Hormuzstrætið hvønn tann einasta dag, og nú Iran verður mett at vera partur av atgerðunum hjá Hamas so ella so,  er vandi fyri, at oljuútflutningurin í Persaraflógvanum kann koma undir trýst. Men tá skal Iran gerast veruligur  partur av stríðnum, hvat tað tó ikki er hent enn.  

Smæla Hormuzstrætið verður mett at vera ein tann mest týdningarmikla flutningsæðrin í heiminum. Um tað hendir, at oljuútflutningurin haðani verður steðgaður kann tað hava sera stórar avleiðingar eisini fyri oljuprísin. Tað metir norska greinarafyritøkan Rystad Energy, sum sigur, at versnar støðan enn meira kann  tað í ringasta føri hava við sær eina fleirfaldan av oljuprísinum sambært E24. 

Tað er eisini ein spurningur um, hvat USA fer at gera víðari í sambandi við støðuna í Ísrael. Landið hevur longu nógv um at vera í sambandi við kríggið í Ukraina. Greinarin hjá Rystad Energy, Tonhagen sigur, at tað tó er ein spurningur, hvussu nógv stríð USA vil og kann vera partur av. Amerikanarar mugu til at raðfesta,  hvørjar geopolitiskar støður landið vil vera partur av um somu tíð. 

Eisini spurningurin um hóttanir har norðuri við markið millum Ísrael og Libanon kann gera seg galdandi og ávirka oljuprísin. Prísurin vaks eisini eftir, at Iran ávaraði um eitt nýtt stríðsmót har norðuri, um Israel heldur fram við at inniloka Gaza, skrivar Bloomberg og vísir á vandan fyri einum príssjokki, um stríðið versnar enn meira. Oljugreinarar fylgja sera væl við, hvat hendir um Iran gerst størri partur av gongdini og hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri oljumarknaðin. Iran er 9. størrsti oljuframleiðarin í heiminum. 

[object Object]

Tað eru longu teir greinarar frá eitt nú Rabobank og Saxo Bank, sum vilja vera við, at versnar støðan enn meira, nú Ísrael hevur heitt á 1,1 mió. palestinar at rýma frá suðurgaza norðureftir, so kann tað henda, at oljuprísurin fer upp á 100 dollarar fyri tunnuna. 

Eisini gassprísurin hækkar í kjalarvørrinum á støðuni í Ísrael og er tann hægsti síðani februar í ár. Hetta hendir í eini tíð, har tað verður kaldari og tørvurin á gassi fer at vaksa. 

[object Object]

Eyguni eru serliga vend móti USA í løtuni, tí um landið ger álvara av at herða trýstið á iranska oljuútflutningin um somu tíð sum støðan í Miðeystri versnar, kann tað fáa álvarsligar fylgjur fyri oljuprísin. Ein ísraelsk innrás í Gaza kann fáa aðrar militantar bólkar so sum Hizbollah at leggja seg út í stríðið.

At Ísrael hevur stongt fyri flutninginum av vatni, brennievni og mati til Gaza hevur av álvara fingið tað at prutla undir lokinum og kann úrslitið gerast ein enn hægri oljuprísir. 


Keldur: E24, Reuters, Bloomberg, Rystad Energy, Financial Times

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder