Uttanlands

Elon Musk mælir til at økja olju- og gassframleiðsluna

- í kjalarvørrinum á krígnum í Ukraina.

Eigarin av Tesla bilverksmiðjunum, Elon Musk, vil hava USA og heimin annars at økja um framleiðsluna av olju og gassi til tess at kunna steðga russiska útflutninginum av fossilari orku.

Eigarin av Tesla bilverksmiðjunum, Elon Musk, vil hava USA og heimin annars at økja um framleiðsluna av olju og gassi til tess at kunna steðga russiska útflutninginum av fossilari orku.

2022-03-07 09:36 Author image
Jan Müller
placeholder

Støðan í Ukraina hevur fingið bæði olju- og gassprísir at fara upp í loft, og nú verður av álvara tosað um at avmarka ella steðga russisku søluna av olju og gassi til onnur lond.  Hetta hevur fingið bæði stjórnir í fleiri londum eins og kend vinnulívsfólk til at mæla til, at innflutningurin av orku úr Russlandi, eigur at steðga ella avmarkast. Ein teirra, sum hevur tikið til orðanna í hesum máli, er eigarin av Tesla bilverksmiðjunum, Elon Musk. 

Sambært amerikonsku sjónvarpsrásini CNBC hevur Musk  skrivað á Twitter, at heimurin eigur at økja um framleiðsluna av olju og gassi í kjalarvørrinum á krígnum í Ukraina. Hetta fyri at hava nakað at seta ístaðin fyri stóra innflutningin av russiskari orku. Á Twitter skrivar Musk m.a. “Hate to say it, but we need to increase oil & gas output immediately. Extraordinary times demand extraordinary measures.” Hóast honum ikki dámar at siga tað, so eru vit noydd til at økja um olju- og gassframleiðsluna skjótast. Óvanligar tíðir krevja óvanlig stig sigur hann.

[object Object]

Hann sigur eisini, at skiftið til varandi orkuloysnir kann ikki fremjast her og nú.  Varandi orkuloysnir  røkka  rætt og slætt ikki til at loysa av russiska olju- og gassútflutningin. Hann leggur aftrat, at hetta  fer eisini at ávirka Tesla. 

Ein av hvørjum 10 tunnum av olju, sum verða brúktar í dag, verður framleidd av Russlandi, sum er triðstørsti oljuframleiðari í heiminum, sambært New York Times. Áheitanin frá Musk kemur eftir, at Biden stjórnin hevur arbeitt  við eini ætlan at banna innflutningi av russiskari olju, sambært Bloomberg. 

Fyrr hevur amerikanska fyrisitingin sagt, at tað hevur ongan strategiskan áhuga fyri USA at banna orkuinnflutningin. Men nú hava leiðarar í oljuídnaðinum í USA sagt seg vilja stuðla eini ætlan at økja um framleiðsluna til tess at kunna steðga innflutninginum  úr Russlandi. Sambært amerikonsku sjónvarpsrásini hava nógvir amerikanskir ídnaðarleiðarar tikið undir við uppskotinum hjá Elon Musk  um at økja um amerikonsku og alheims olju- og gassframleiðsluna. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder