Uttanlands

-ES eigur at endurskoða mótstøðu móti oljuvinnu í Arktis

Stjórin í  Altjóða Orkustovninum (IEA), Fatih Birol hevur heitt á ES um at endurskoða sína mótstøðu móti nýggjari leiting eftir olju og gassi í Arktis, samstundis sum Evropa roynir at tryggja framtíðar orkuveitingina 

Norra roynir at raðfesta nýggja olju- og gassleiting og útbyggingar í Barentshavinum og Arktis.

Norra roynir at raðfesta nýggja olju- og gassleiting og útbyggingar í Barentshavinum og Arktis.

2026-07-13 17:42 Author image
Jan Müller

Evropeiska Samveldið stuðlar í løtuni einum banni móti nýggjari boring í Arktis av umhvørvisávum, men umhugsar at endurskoða hesa støðuna orsakað av vaksandi stúran um orkutrygd skrivar Reuters.

ES hevur longu fingið áheitanir frá Noregi – har stórir partar av landi og havøki liggja í Arktis – um at gevast við stuðlinum til steðg í nýggjari olju- og gassleiting í økinum.

– Eg stuðli, at ES-nevndin hyggur sera neyvt at hesum málinum, tí tað hevur alstóran týdning fyri evropeiska orkutrygd, segði IEA-stjórin, Fatih Birol, við tíðindafólk í Brussel hósdagin í farnu viku.

[object Object]

-Heimurin hevur tørv á hvørjum einasta dropa av olju úr Noregi, legði hann afturat og lýsti Noreg sum ein álítandi veitara, ið "ikki fer at brúka orku sum eitt vápn“.

Noreg er størsti gassveitari í Evropa, hóast landið ikki er limur í ES.

Síðan nógv av norsku gassøkjunum eru vorðin gomul, verður mett, at framleiðslan fer at minka í 2030'unum, um feløg sum Equinor ikki gera nýggj fund uttan fyri tey longu væl útbygdu økini.

Umráðandi at Norra heldur fram

Norski fíggjarmálaráðharrin, Jens Stoltenberg, segði við sama høvi í Brussel, at órógvið á orkumarknaðunum orsakað av krígnum við Iran vísir, hvussu umráðandi tað er, at Noreg varðveitir sítt framleiðslustøði.

[object Object]Norski orkuráðharrin roynir at sannføra ES um týdningin oljuleiting í Arktis kann hava fyri Evropa eisini. 

– Sjálvandi eru umhvørvisatlit, sum vit mugu taka hædd fyri, og tað ger Noreg eisini, segði hann.

– Men at siga, at eingin olju- ella gassleiting skal vera í Arktis, gevur ikki meining fyri Noreg.

Málið hevur so mikið stóran týdning fyri Norra, at norski forsætisráðharrin luttók á fundinum í Brussell, har hann royndi at sannføra ES leiðsluna um týdningin, at ES ikki tekur undir við einum “moratorium” um at banna olju- og gassleiting í Arktis. 

[object Object]Fjølmiðlar gera nógv burtur úr fundi í Brussel í farnu viku um Arktis

Evropa arbeiðir fram ímóti at steðga øllum innflutningi av olju og gassi úr Russlandi, sum áður var størsti gassveitarin, í seinasta lagi í 2027. Í staðin verður roynt at tryggja orkuveitingina við einari samanseting av varandi orkukeldum og fossilum brennievnum frá álítandi veitarum. Samstundis hevur meginlandið upplivað nógv hægri orkuprísir í ár, eftir at kríggið við Iran órógvaði altjóða olju- og gassmarknaðirnar.

Mótstøðufólk ímóti at ES skal taka bannið burtur vísa á, at nýggjar olju- og gassverkætlanir í Arktis fara at taka meira enn tíggju ár at menna, áðrenn tær kunnu framleiða. Tí fara tær ikki at loysa tær avbjóðingar, sum Evropa stendur yvir fyri á orkuøkinum í dag.

[object Object]

Atlantsmótið týdning fyri orkutrygdina

Í hesum høpi er helst eisini rætt og vert at varpa ljós á Atlantsmótið. Tað er greitt, at økið eystan fyri Føroyar, ið vísir seg at goyma nógva olju og gass eins og møguleikin fyri at finna olju og gass í føroyskum øki, kunnu eisini koma at fáa stóran týdning fyri oljutrygdina í Evropa.

Vísir tað seg, at ES framhaldandi fer at standa við sítt bann móti leiting og útbyggingum í Arktis, tá kann Atlantsmótið tvs. økið millum Hetland og Føroyar gerast enn meira áhugavert og gerast eitt veruligt fokusøki í sambandi við framtíðar orkuveitingartrygdina í Evropa.

[object Object]

Í løtuni bíðar stóra orkukeldan Rosebank eystan fyri Føroyar eftir endaligu góðkenningini frá bretsku stjórnini. Tá og um hon verður givin av nýggju og komandi stjórnini kann hon gerast ein katalysator fyri alt økið og tvs. eisini fyri føroysku undirgrundina. 

[object Object]

Longu í 2018 gjørdi táverandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, greitt týdningin sum framtíðar føroysk olja og gass kunnu fáa fyri orkutrygdina í Evropa. Nú ynskja bæði nýggi løgmaður og nýggu vinnuráðharrin at hava dyrnar opnar fyri oljuleiting, sum kann koma at gagna orkuveitingartrygdini í Evropa.  


Sæð við jaligu støðuni hjá nýggja landsstýrismanninum í vinnumálum til framtíðar oljuleiting ber møguliga til at fáa umheimin og her ikki minst Evropa at fáa eyguni upp fyri møguleikunum at menna ein nýggjan orkulandslut í Norðuratlantshavi, sum eins og Arktis kann vera við til at verja orkuveitingartrygdina í Evropa. 

Keldur: Reuters, Finansavisen, E24

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald