Uttanlands

ES lond samd um sjálvbodna gasssparing

Tað hevur ikki eydnast ES nevndini at fáa limalondini til at góðtaka tvungna minking í gassnýtsluni uppá 15%. Tó bendir á, at avtala verður gjørt um sjálvbodna minking

2022-07-26 12:30 Author image
Jan Müller
placeholder
Sambært týsku tíðindastovuni DPA eru ES lond samd um sjálvboðin at minka um gassnýtsluna við upp til 15% frá 1. august og eitt ár fram.  

Eitt uppskot frá ES nevndini um at áleggja øllum ES londum eina slíka minking hevur fingið mótstøðu frá fleiri londum, eitt nú Spania, Portugal, Grikkalandi og Pólandi.

Tað er avgerðin hjá Russlandi frá í morgin at minka gassveitingina til Evropa enn meira, sum er orsøkin til, at ES nú ger álvara av at skerja gassnýtsluna. Serstakliga eru tað Týskland og Italia, sum verða hart rakt av russisku avgerðini, sum av ES verður skýrd sum politiskt vápn móti Vesturheiminum, ið hevur sett sanktiónir í verk móti Russlandi í kjalarvørrinum á innrásini í Ukraina.

Hóast russar siga, at talan er um tøkniligar avbjóðingar og trupulleikar, sum eru orsøkin til at minka gassveitingina, siga ES lond, at her royna at reingja veruleikan, tí talan er um at brúka gassið sum vápn.

Tað ljóðar, at gerst støðan uppaftur álvarsligari og russar heilt  fara at kvetta allar veitingar av gassi til Evropa gjøgnum Nord Stream 1 leiðingina, so kann henda, at Týskland fer at lýsa undantaksstøðu á orkuøkinum. Og tá eru ES-lond samd um at seta eina kreppuætlan í verk.  Hetta fyrst og fremst tí, at verandi gassgoymlurnar í serliga Týsklandi eru ov smáar til at kunna nøkta tørvin, tá og um ein kaldur vetur nærkast. 

Orkuráðharrarnir í ES sita í løtuni á fundi í Brussel og viðgera málið. Semja er um, at Russland við sínum átøkum brúkar gassveitingarnar sum vápn fyri at leggja trýst á Evropa fyri m.a. at sleppa sanktiónunum. 

Eitt av málunum hjá ES er at fylla goymslurnar upp til 80%, áðrenn veturin kemur. Hetta hava enn bert fá lond megnað, eitt nú Tjekkia. Í løtunu eru gassgoymslurnar fyltar upp til 66%, so enn er nakað á mál. 

ES nevndin og leiðandi politikarar í ES hava leingi ávarað um eina støðu, sum hana, ið av álvara tekur dik á seg mikudagin, tá Russland enn einaferð skrúvar niður fyri gassinum til tað lægsta higartil - 20%. 

Higartil hava ES lond avtalað at minka um olju- og kolaveitingarnar úr Russlandi fyri at revsa landið fyri innrásina í Ukraina. Nú sær út til, at russar royna at gera tað sama: at revsa Evropa fyri tess sanktiónir. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder