Tað vóru boðini frá Ursula von der Leyen, forkvinnu í ES nevndini í gjár.
-Hetta verður eitt fullkomið forboð móti øllum innflutningi av russiskari olju. Vit vilja tryggja at sleppa okkum av við russiska olju á ein rættan hátt, soleiðis at vit kunnu tryggja okkum og okkara partnarum alternativar flutningsleiðir og gera sum minst skaða á altjóða marknaðunum, sigur Ursula von der Leyen sambært Bloomberg News.
Umboð fyri tey 27 ES londini møtast í dag fyri at umrøða tiltøkini umframt at útloka størsta bankanum í Russlandi, Sberbank og øðrum peningastovnum frá at brúka sonevndu Swift gjaldingarskipanina.
Tvey av ES-londunum, Ungarn og Slovakia, sum fyrr hava havt ilt við at svølgja nýggju tiltøkini, fara at fáa størri rásarúm enn hini limalondini at steðga russiska oljuinnflutninginum, nú hesi londi vera sera hart rakt av sanktiónunum veit Bloomberg at siga frá ónavngivnum keldum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald