Uttanlands

IEA væntar stóran vøkstur í oljuframleiðsluni

OPEC+, sum fevnir um átta lond, hevur avgjørt at økja sína framleiðslu enn meira

2025-09-14 19:18 Author image
Jan Müller

Altjóða orkustovnurin, IEA sigur í síni seinastu frágeiðing,  at heimsins oljuútboð fer at vaksa skjótari í ár, og at eitt yvirskot kann koma at vaksa í 2026.
Hetta kemst av, at bæði limir í OPEC+ og oljuframleiðarar úr øðrum londum eisini fara at økja um sína framleiðslu. 

IEA, sum veitir ráðgeving til ídnaðarlond, metir, at framleiðslan fer at vaksa við 2,7 milliónum tunnum um dagin upp í 105,8 tunnur í 2025, og við enn 2,1 tunnum  upp í 107,9 tunnur í 2026.

OPEC+ bólkurin, sum fevnir um londini Algeria, Kasakstan, Kuwait, Irak, Oman, Russland, Saudiarabia og Sameindu Emiratini, hevur júst avgjørt at økja sína framleiðslu.

Greiningin hjá IEA vísir, at framleiðslan veksur nógv skjótari enn eftirspurningurin, hóast IEA hevur dagført sínar metingar um eftirspurningin  serliga orsakað av stórum eftirspurningi í framkomnum búskapum. 

IEA væntar, at heimsins goymslur fara at vaksa nógv í seinna hálvári av 2025, tí framleiðslan er nógv størri enn eftirspurningin.

-Tað standa eisini fleiri hugsandi broytingar fyri framman – við geopolitiskum spenningi, handilspolitikki og møguligum nýggjum revsitiltøkum móti Russlandi og Iran – sum enn kunnu broyta javnvágina á oljumarknaðinum sigur IEA. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald