Uttanlands

Norska oljuverkfallið av

Tær tríggjar olju- og gassleiðirnar, sum vórðu stongdar í gjár, eru nú aftur farnar undir framleiðsluna

2022-07-06 12:22 Author image
Jan Müller
placeholder
Tað man vera ein stórur lætti ikki bert hjá Equinor og norska statinum men so sanniliga eisini hjá teimum londum, sum hava brúk fyri norskum gassi. Norska stjórnin skjeyt í gjár upp at seta eina tvungna lønsnevnd til tess at loysa arbeiðsósemjuna millum Lederne og Norsk Olje og Gas.

Allar olju- og gassleiðirnar lótu uppaftur seint í gjárkvøldið og væntast full framleiðsla aftur um tveir dagar. Vandi var annars fyri, at fýra stórar olju- og gsssleiðir, sum standa fyri stórum parti av útflutninginum av gassi til Evropa, fóru at verða stongdar í morgin. Hetta verður nú av ongum.

Eftir øllum at døma hevur stjórnin mett verkfallið sum eina so stóra hóttan móti landsins orkuframleiðslu og útflutningi, at tað tók stig til at steðga verkallinum. Um allar tær umrøddu olju- og gsssleiðirnar høvdu verið raktar av verkfalli hevði tað merkt ein miss uppá 520 mió. kr. um dagin og eina minking uppá 13% av samlaðu gassframleiðsluni. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder