Seinastu dagarnar er partabrævið hjá lítla føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum hækkað við 900 prosentum. Tað skriva Børsen og Ekstrablaðið. Partabrævið verður handlað til kurs 45 kr. Stjórin í felagnum Mark Højgaard sigur sambært Børsen, at hann skilur ikki rættiliga hesa stóru og bráddligu økingina av partabrævinum. Per Hansen, sum er íløgubúskaparfrøðingur í Nordnet, hevur eisini ilt við at skilja, hví íleggjarar keypa upp partaprøv.
-Tað sær ikki mætari enn “vanvittigt” út sum hann málber seg. Hyggur tú yvir eitt tíðarskeið uppá fimm ár, so er einki hent hesi árini. Alt, sum er hent, er farið fram seinastu dagarnar. Hann heldur, at orsøkin fyri áhuganum fyri føroyska oljufelagnum er tann støðugt vaksandi og methøgi oljuprísurin. Atlantic Petroleum seldi í 2017 sín lut í oljufeltinum Orlando til felagið Decipher, men felagið hevur framhaldandi rætt til inntøkur frá Orlando. Í løtuni er eingin framleiðsla, men tað fer aftur undir at framleiða seinni í ár, um alt gongur sum ætlað.
Per Hansen sigur, at talan givið kann blíva um ein góðan handil, um framleiðslan kann byrja í 3. ársfjórðingi og byrjar at fáa inntøkur vegna høga prísin. Men hann skilur framvegis ikki stóra áhugan fyri partabrævinum, tí hann er alt ov høgur í mun til fíggjarligu útlitini. Felagið hevur so eisini ein negativan eginkapital uppá 95 mió. kr., hvat ikki átti at ført til so stóran íløguáhuga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald