Innanlands

- Sambandsflokkurin vil broyta elveitingarlógina

Tað er neyðugt fyri at geva vinnuni møguleika fyri at fara í gongd við grønar orkuverkætlanir, sigur Bárður á Steig Nielsen

(Savndmynd: Sverri Egholm)

(Savndmynd: Sverri Egholm)

2025-12-26 13:43 Author image
Ingi Samuelsen

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, blandar seg nú upp í orkukjakið, sum er uppstaðið eftir at tað er avgjørt, at privat feløg ikki sleppa at fara undir stóra vindmyllulund í Eysturoynni, kallað Eysturlund, ið skal veita orku til framleiðsluna hjá Havsbrún í Fuglafirði.

Í lesarabrævi í gjár, greiddi Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sum eigur Havsbrún, at vandi er fyri føroysku arbeiðsplássum í føroysku alivinnuni, um henda ætlan ikki verður veruleiði, tí hetta forðar Bakkafrost í at halda grønu málum sínum.

Les: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

Formaður Sambandsfloksins tekur nú tráðin upp.

- Vit vita, at kapping gagnar øllum. Tí eiga fleiri eisini at sleppa framat at framleiða grøna og bíligari orku til føroyingar, skrivar Bárður á Steig Nielsen í fráboðan í dag.

Hann sigur, at samgongan tók møguleikan frá vinnuni at fara í gongd við verkætlanir, eins og Eysturlund, tá hesin møguleikin varð tikin úr elveitingarlógini.

Og tí vil Sambandsflokkurin broyta elveitingarlógina, “tí vit skulu hava grønari og bíligari orku”.

Málið er framvegis, at Føroyar skulu vera 100 prosent grønar á landi í 2030.

Les: Grønari og bíligari orku til øll 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald