Uttanlands

– Setið revsitiltøkini í gildi aftur

Nú avtala er gjørd um vápnahvíld í Miðeystri, kunnu revsitiltøkini móti russiskari olju og gassi koma í gildi aftur, sigur ukrainski forsetin

Ukrainski forsetin, Voldoymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Voldoymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2026-04-10 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj vil hava revsitiltøkini móti russiskari olju og gassi í gildi aftur.

Tað sigur hann, eftir at avtala er gjørd um vápnahvíld í Miðeystri.

– Nú byrjar ein vápnahvíld í Miðeystri. Og eg bíði eftir, at revsitiltøkini móti russiskari olju verða sett í gildi aftur, sum tey vóru fyrr, sigur hann sambært Ritzau.

Tað var í mars, at USA linkaði revsitiltøk móti Russlandi fyri at fáa meira olju á marknaðin, eftir at Iran hevði stongt Hormuzsundið, og oljuprísurin var farin upp.

Les eisini: USA tekur av sanktiónir móti Russlandi

Hetta fevndi tó bert um skip, sum longu høvdu olju í lastini, og hetta skuldi bert vera galdandi fram til leygardagin.

Russland hevur heitt á USA um at linka revsitiltøkini uppaftur meira, meðan Ukraina og evropeisk sameind hava ávarað um, at hetta kann geva russum meira fígging til at føra kríggj móti Ukraina.

Ukraina hevur áður funnist at USA fyri avgerðina um at linka revsitiltøkini.

Les eisini: Zelenskyj: Koma ikki nærri friði við avgerðini hjá USA

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder