Alex Salmond samanber, sambært skotskum miðlum, andstøðuna hjá Nicola Sturgeon, núverandi fyrstaráðharra í Skotlandi, móti Cambo oljukelduni, við avgerðina hjá Margareth Thatcher í síni tíð at banna kolanámsvinnuni.
Hann sigur, at fíggindaliga sinnaða støðan hjá Sturgeon til oljuvinnuna, fer eisini at fáa avleiðingar fyri royndirnar at fáa Skotlandi meira sjálvstýri og loysing, og tað fer at kosta SNP flokkinum tíggjutúsundtals atkvøður.
Fyrstiráðharrin, hvørs meiriluti í skotska tinginum er tengdur at stuðuli frá teimum grønu, herdi í vikuni síni úttalilsi um Cambo oljukelduna eystan fyri Føroyar og segði, at hon eigur ikki at fáa grønt ljós men viðgekk samstundis, at endaliga avgerðin liggur hjá bretsku stjórnini. Henda hevur síðani gjørt greitt, at hon fer ikki at steðga nýggjum oljuútbyggingum, tí Bretland fer at hava tørv á olju og gassi í mong ár aftrat.
Avgjørdu úttalilsini hjá SNP leiðaranum hava sett gongd á ávaringarklokkurnar hjá SNP politikarum í norðureystura parti av Skotlandi, sum bera ótta fyri, at mótstøðan móti Cambo útbyggingini fer at kosta mong størv og økja um bindingarnar til innflutning av kolvetnum.
Alex Salmond, sum eftir stríð við Sturgeon, hevur stovnað sín egna flokk, loysingarflokkin Alba, hevði í vikuni grein í Sunday Mail, har hann m.a. skrivaði:
“Avleiðingarnar av at steðga útbygging av Cambo kunnu gerast víttrøkkandi, ikki bara fyri SNP flokkin men fyri alla sjálvstýrisrørsluna.
Olja og gass hava altíð verið partur av kravinum um loysing, og tí er tað eitt stórt afturstig fyri loysingarrørsluna, hvørja ferð leiðarin fyri SNP stingur oljuvinnuna í bakið. Sjálvandi skal Cambo verða útbygt, men tað má eisini verða í tráð við krøvini um at røkka málinum um nul-útlát. Fer mótstøðan hjá SNP móti slíkari oljuútbygging sum Cambo at vinna frama, so verða tað ikki bert túsundtals arbeiðspláss, sum koma í vanda, tá verða tað eisini mong oljurelaterað pláss í landinum so sum Mossmorran, Grangemouth, St. Fergus og fleiri, sum verða hótt, og vit kunnu gloyma alt um loysing," skrivar Alex Salmond.
Umboð fyri SNP sigur í eini viðmerking til úttalilsini hjá Alex Salmond, at allir flokkar eiga at síggja veruleikan í veðurlagsbroytingunum. Og partur av hesum er at finna rætta vegin burtur frá kolvetnum. Víst verður á, at hesin boðskapurin var eisini boðskapurin hjá SNP til seinasta val og fekk flokkurin stóra undirtøku fyri tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald