Uttanlands

20.000 mia. kr. í norska oljugrunninum   

Seinastu fimm árini er virðið á Oljugrunninum tvífaldað til 20.000 mia. kr. 

Stjórin í Oljugrunninum, Nicolai Tangen hevur alla orsøk til at smíla. Mynd e24

Stjórin í Oljugrunninum, Nicolai Tangen hevur alla orsøk til at smíla. Mynd e24

2024-12-08 16:32 Author image
Jan Müller
placeholder

Høvuðsorsøkirnar til henda metstóra vøksturin í hesum eina av heimsins størstu grunnum stava frá sterkum marknaðum, flytingum frá stjórnini og eini veikari krónu.

Hetta skrivar norski miðilin E24. Grunnurin hevur sett eitt met fyri og annað eftir síðani 2019, tá virðið av grunninum var 10.000 mia. kr. Í oktober varð virðið 19.000 mia. kr.

Eygleiðarar siga, at tað kemur óvart á, at grunnurin er vorðin so mikið stórur eftir stutta tíð. Ein av orsøkunum er eisini kríggið í Ukraina, sum sendi gassprísirnar til himmals. Haraftrat hevur avkastið/vinningurin verið sera stórt, um somu tíð sum krónuvirðið hevur verið veikt. Ein stórur partur av pengunum í grunninum er settur í amerikonsk partabrøv. Í dag eigur grunnurin partabrøv í Apple, Microsoft, Coca-Cola, Exxon Mobil og Nintendo fyri bert at nevna nakrar av heimsins størstu fyritøkum. 

Vøksturin hevur verið nógv størri, enn nakar tordi at gita um. Eitt nú metti stjórnin í 2019, at virðið á grunninum í 2025 fór at vera 12.000 mia. kr. Nú er tað 8000 mia. kr. hægri enn metingin tá. Við dagsins virði kann stjórnin brúka 600 mia. kr. úr grunninum sambært galdandi reglum, eisini nevnt “handlingsregelen” í mun til 360 mia. kr., um grunnurin “bara” var vaksin við teimum metingum, sum vórðu gjørdar fyri fimm árum síðani.

Kortini verður roknað við, at staturin fer ikki at brúka alla upphæddina men heldur eina minni upphædd, sum hóskar seg betri til dagsins tørv. Norska stjórnin hevur longu lagt út við avgerð um at brúka 460 mia. kr. úr oljugrunninum næsta ár. 

Tað er týdningarmikið ikki at pumpa ov nógvar pengar inn í búskapin. Hóast Norra hevur nógvar pengar, so er annað tilfeingi avmarkað. -Vit hava ríkiligt við pengum, men vit hava ikki nóg nógv fólk, sum kunnu vera við til at skapa nýggj virði í samfelagnum sigur oddabúskaparfrøðingurin Hagland við E24. 

[object Object]

[object Object]

Kelda: e24

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder