Innanlands

2026: Oljugongdin í Bretlandi týdning fyri Føroyar

Ongantíð áður síðani oljuævintýrið byrjaði í Norðsjónum í 60-unum, hevur leitingin í bretskum øki verið so lítil sum í 2025. Týðandi avgerðir skulu takast í nýggja árinum, sum koma at ávirka oljutilgondina við Føroyar so ella so.

Bretska stjórnin skal í 2026 taka týðandi avgerðir um framtíðina hjá olju- og gassvinnuni millum Hetland og Føroyar, avgerðir, sum kunnu fáa stóran týdning fyri oljutilgongdina í Føroyum eisini.

Bretska stjórnin skal í 2026 taka týðandi avgerðir um framtíðina hjá olju- og gassvinnuni millum Hetland og Føroyar, avgerðir, sum kunnu fáa stóran týdning fyri oljutilgongdina í Føroyum eisini.

2026-01-01 16:16 Author image
Jan Müller
placeholder

Mong orkufeløg hava traðkað á bremsuna og steðgað ella sett íløgur í nýggja leiting á pausu. Og orsøkin til hesa fyri vinnuna døpru støðu er serskatturin, sum stjórnin í Bretlandi hevur gjørt av at varðveita, hóast vinnan aftur og aftur hevur víst á aðrar gongdar leiðir fyri at halda lív í vinnuni. Sambært Financial Times, sum endurgevur greinarafyritøkuna Wood Mackenzie, hevur leiting eftir kolvetnum í Norðsjónum ongantíð verið so lítil síðani 60-árini, tá olja og gass vórðu funnin í undirgrundini í Norðsjónum. 

[object Object]Financial Times ger nógv burtur úr støðuni í Norðsjónum 

Lítil ivi er um, at tað fyrst og fremst er serskatturin, sum hevur økt samlaða skattin til  78%, ið er orsøkin til, at orkufeløg nú leggja sínar  íløgur í framtíðar oljuleiting í Norðsjónum á hillina. Og fleiri teirra hótta við at taka seg úr Bretlandi fyri at gera íløgur í leiting aðrastaðni.

[object Object]

[object Object]

Meginfelagið hjá orkuvinnuni "Offshore Energies UK" ávarar stjórnina: broytir hon ikki skattapolitikkin fer tað at hava álvarsligar avleiðingar fyri ikki bert orkuvinnuna men eisini fyri Bretland sum heild. Og her verður ikki minst hugsað um orkutrygdina, nú Bretland er so bundið at innflutningi av olju og gassi úr øðrum londum. 

[object Object]

Oljufeløg finna nýggjar olju- og gassleiðir í norskum øki í Norðsjónum, meðan eingin leiting er í bretska grannalagnum. 

Um somu tíð sum Bretland leggur fót fyri nýggjum oljuvirksemi í Norðsjónum, so er gongdin júst tann øvugta hinumegin markið, í norskum øki. Har verður eitt nýtt fund fyri og annað eftir gjørt, tí stjórnin hevur avgjørt ikki at leggja fótonglar fyri virkseminum eins og grannin fyri sunnan.

Tvørturímóti hevur norska stjórnin lagt seg eftir at lata dyrnar standa opnar fyri nýggjum íløgum á landgrunninum. Men eins og í Bretlandi verður nú trýst lagt á norsku stjórnina frá bæði smærri stuðulsflokkum eins og umhvørvisfelagsskapum  fyri at fáa hana at avmarka og skerja oljuvirksemið. Tað hevur stjórnin kortini ikki viljað gingið á møti, tó at hon hevur góðtikið at seta ein arbeiðsbólk, sum skal koma við uppskotum til eina møguliga tíðarætlan at minka um olju- og gassvirksemið. 

[object Object]

Nógv verður annars gjørt burtur úr í miðlunum, hvussu ymiskt tvey norðsjóvarlond sum Bretland og Norra troyta orkuríkidømið í Norðsjónum. Meðan annað landið minkar um virksemið og hitt økir um tað, merkir tað, at Bretland ístaðin fyri at økja sína framleiðslu til egna nýtslu nú innflytur meira olju og gass úr Norra.

[object Object]Stórar olju- og gasskeldur eystan fyri Føroyar standa til at verða útbygdar

Føroyar og kolvetni í 2026

Nú við ársskiftið og við døprum íløguútlitum í olju- og gassvinnuna í føroyska grannalagnum, kann verða spurt, hvussu henda gongdin kann ávirka vónirnar hjá føroyskum politikarum og vinnulívi til oljuframtíðina um okkara leiðir.

Orkan.fo hevur spurt stjóran í FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur, Jan Müller, hvussu hann sær 2026 í olju- og gasshøpi.

Jan Müller, stjóri í FOÍB: “Stóri spenningurin snýr seg í løtuni um, hvat fer at henda hinumegin markið, har nýggja orkufelagið Adura (Shell og Equinor) nú bíðar eftir eini avgerð í bretsku stjórnini til framtíðar lagnuna á Rosebank leiðini eystan fyri Føroyar. 

Nógv bendir á, at Rosebank, hóast negativu støðuna hjá stjórnini til oljuvinnuna, kortini  fær grønt ljós til at halda fram við síni útbygging. Ein slík gongd fer so helst  eisini at merkja, at aðrar keldur við markið so sum Cambo og Tornado eisini fara at fáa grønt ljós, tá hesar eru klárar til útbygging.

Og gerst hetta veruleiki, so er greitt, at føroyska veitaravinnan stendur klár at bjóða sínar tænastur fram. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Ábendingar eru um, at bretska stjórnin í næstum fer at geva grønt ljós til útbyggingina av Rosebank kelduna nær við Føroyar og helst eftir tað eisini Cambo, sum er enn ein risastór olju- og gasskelda tætt við markið. Hetta fer at verða ein stór jalig avbjóðing fyri nógvar føroyskar vinnufyritøkur, sum longu hava drúgvar royndir í offshorevinnuni.

[object Object]Føroysk veitaravinna og Føroyar fingu eitt sera gott skoðsmál frá norska orkurisanum Statoil, tá fyritøkur tóku seg saman og umvældu ein av heimsins størstu boripallum á Skálafjørðinum. 

Fer bretska stjórnin í næstum at geva loyvi til útbygging av Rosebank kelduni, so  vil tað vera sera gagnligt fyri Føroyar, bæði fyri veitaravinnuna og fyri møguliga oljuleiting. Føroyar eru sera væl fyri, tá tað kemur til at veita fjølbroyttar tænastur til eitt nú offshorevirksemi nær markinum og fyri tað kring heimin, har vit hava vælútbúgvin og roynd fólk, ið arbeiða í hesi vinnuni.

Útbyggingar av so stórum keldum tætt við markið fara at skapa eitt nýtt og livandi offshore umhvørvi eystan fyri Føroyar, og tá er so spurningurin, hvussu henda gongdin kann ávirka møguleikan fyri nýggjari oljuleiting við Føroyar. Eitt nýtt undirstøðukervi við markið hevur almikið fyri ikki alt at siga fyri oljuleiting við Føroyar. Hvat útlendsk oljufeløg og íleggjarar annars hugsa um oljuleiting við Føroyar vita vit ikki, tó at Vinnumálaráðið í teirra seinastu kunning til Fíggjarnevnd løgtingsins gjørdi greitt, at oljufeløg framhaldandi vísa Føroyum áhuga.

Í svari sínum sigur ráðið, at tað er ongin ivi um, at tað enn er áhugi fyri føroyska økinum. Oljufeløg vilja fegin hitta Jarðfeingi, og tað er regluligt samband við fleiri teirra, serliga tey, sum eru virkin vestan fyri Hetland, og tey fylgja væl við, hvat hendir í føroyskum øki.

https://orkan.fo/oljuleiting-enn-er-ahugi-fyri-foroyska-okinum

Spurt kundi tí verið, hvørjar møguleikar Føroyar hava at ávirka gongdina, so oljufeløg síggja møguleikar her. Hóast treytir og skattaskipan eru væl og virðiliga kappingarførar við tær í bretskum øki, so hevur verið róð framundir í løgtinginum at broyta ella betra treytirnar enn meira. Tað hevur so ikki fingið undirtøku í Tinganesi. Vitandi at val verður í nýggja árinum ber til at ímynda sær, at her kunnu henda broytingar. Føroyski oljuskatturin liggur á umleið 55% nú sammett við tey 78% í bretskum øki. 

[object Object]Løgtingið fer at umrøða veðurlagslóg helst tíðliga í 2026

Veðurlagslóg og møguligar avleiðingar

Ein annar spurningur, sum uttan iva eisini verður ella fer at verða umrøddur í føroyska orkuumhvørvinum og politiska umhvørvinum annars er, í hvønn mun ein bindandi veðurlagslóg kann koma at ávirka møguleikan fyri oljuleiting í Føroyum í framtíðini. Lógaruppskot er lagt fyri løgtingið, sum kemur til 1. viðgerð helst tíðliga í nýggja árinum. Við uppskotinum verður roynt at fylgja grannalondum í teirra royndum at skerja útlátið fyri harvið at steðga veðurlagsbroytingunum við “Net Zero” málum.

Spurningurin er so, um ein bindandi veðurlagslóg við sínum krøvum kann hava við sær, at tað fer at verða torførari at fáa íleggjarar at koma til Føroya at seta borin í undirgrundina. Er hetta nakað uppskotsstillararnir hava hugsað um kann gerast ein avleiðing av ov víðgondum bindandi tiltøkum í sambandi við veðurlagslógaruppskotið? Kann tað hugsast, at henda lóg og avleiðingar av henni kann fara at seta fót fyri framtíðar oljuleiting við Føroyar? Tað verður vónandi ein spurningur, sum eisini fer at vera partur av orðaskiftinum kring veðurlagslógina í 2026.

Spurningurin er m.a. um tað er skilagott blint at fylgja gongdini í okkara grannalondum við eini bindandi veðurlagslóg, sum  kann gerast ein boomerangur, soleiðis at skilja, at nú hesi londini í meira enn hálvthundrað ár longu hava bygt vælferðina upp m.a. av ríkidøminum í undirgrundini, skulu Føroyar so missa henda møguleika?

[object Object] Jarðfeingi ger eitt stórt arbeiði til tess at marknaðarføra Føroyar til oljuleiting. 

Føroyar kunnu hava sama møguleika, um verandi “Open Door” politikkur heldur fram, men kunnu eisini spenna bein fyri sær sjálvum og harvið missa møguleikan at fáa atgongd til eitt nýtt tilfeingi í undirgrundini. Hetta um somu tíð sum okkara búskapur, sum í høvuðsheitum byggir á uppisjóvarfisk og alifisk,  er sera sárbarur við lækkandi kvotum og prísum. Kann ein nýggj tilfeingisvinna sum egið kolvetni gerast eitt nýtt búskaparbein og gera búskapin minni sárbaran? At landsstýrissamgongan hevur avgjørt at broyta bygnaðin, soleiðis at tilfeingisvinnan nú fær størri ráðfesting í einum nýggjum tilfeingis- og vinnumálaráð má væl merkja, at tilfeingið í undirgrundini nú eisini verður raðfest hægri og mett sum partur av samlaða føroyska tilfeinginum.

Vit mugu – her eftir árslok -  heldur ikki gloyma, at stóru og tungu tøkini hjá okkara politikarum og embætisfólkum at fáa undirgrundina heim og markið uppá pláss, skuldu vera grundarlagið undir at finna kolvetnistilfeingið í undirgrundini. Og tað er væl framvegis galdandi.

[object Object]Financial Times nú um dagarnar

Tað verður áhugavert at fylgja komandi orðaskiftinum um bindandi veðurlagslóg, í hvønn mun tað í verandi líki ella broytt fer at tæna Føroyum. Um “Net Zero” málið, sum í løtuni er við at koyra um koll part av ídnaðinum og harvið búskapunum í Evropa, fer at vinna á royndunum at fáa atgongd til kolvetnistilfeingið í føroysku undirgrundini.

Vit síggja eisini, at alsamt fleiri olju- og gassfeløg eru farin at økja um íløgurnar í olju og gass, samtíðis sum tey minka um sín leiklut í grøna orkuskiftinum.  

Tey flestu av okkum vilja uttan iva hava, at Føroyar fylgja umheiminum og gera sítt til at minka um útlátið. Spurningurin er bara, hvat endamálið er, hvørji amboð vit vilja brúka - og hvørjar avleiðingar hesi kunnu fáa fyri  Føroyar. Livst so spyrst” sigur stjórin í FOÍB í síni nýggjársviðmerking.   

[object Object] 

Stórur spenningur er um lagnuna hjá Rosenbank kelduni skamt frá føroyska markinum. Bretska stjórnin skal í næstum taka støðu til umsókn at halda fram við útbyggingini. 






Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder