Uttanlands

40 lond krevja, at Hormuzsundið letur uppaftur

Hósdagin varð skipað fyri talgildum fundi, har umboð fyri m.a. Evropa, Kanada og Sameindu Arabisku Emiratini luttóku

Yvette Cooper, bretskur uttanríkismálaráðharri skipaði í gjár fyri talgildum fundi um støðuna í Hormuzsundinum (Mynd: EPA)

Yvette Cooper, bretskur uttanríkismálaráðharri skipaði í gjár fyri talgildum fundi um støðuna í Hormuzsundinum (Mynd: EPA)

2026-04-03 11:54 Author image
Alda Nielsdóttir

Umleið 40 lond krevja, at Iran alt fyri eitt letur Hormuzsundið uppaftur.

Tað sigur bretski uttanríkismálaráðharrin, Yvette Cooper eftir, at hon hevur havt fund við fleiri starvsfelagar úr Evropa og m.a. Kanada og Sameindu Arabisku Emiratunum.

Hon sigur, sambært Ritzau, at Iran heldur heimsbúskapin sum gísla, og at óforsvarliga framferðin hjá Iran rakar familjur og fyritøkur um allan heimin.

Vanliga verður umleið ein fimtingur av oljuni í heiminum fluttur gjøgnum Hormuzsundið, men undir krígnum móti Iran, sum byrjaði 28. februar hevur sundið í roynd og veru verið stongt fyri skipaferðslu, og tað hevur havt við sær vaksandi oljuprísir.

USA, sum saman við Ísrael leyp á Iran 28. februar, var ikki umboðað á fundinum, sum varð hildin talgilt hósdagin, og sum endaði uttan nakra ítøkiliga avtalu.

Tó var semja um, at Iran ikki eigur at taka gjald fyri at loyva skipum at sigla gjøgnum Hormuzsundið. Øll lond eiga frítt at sigla gjøgnum sundið.

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur sagt, at USA vil hjálpa at tryggja Hormuzsundið, men at onnur lond skulu ganga á odda.

Les eisini: – Onnur lond skulu ganga á odda



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald