Hetta kom fram seinnapartin, tá leiðandi politikari í Pólandi sum ein tann fyrsti legði Russland undir at standa aftanfyri atsókn móti tveimum gassleiðingum í Eystursjónum. Talan er um russisku gassleiðingarnar Nord Stream 1 og 2, sum kortini í løtuni ikki eru í brúki sum avleiðing av russisku innrásina í Ukraina.
Tað var í morgun, at tíðindi bórust um, at gass lak upp frá havbotninum nærhendis báðar tær russisku gassleiðingarnar, sum ganga úr Russlandi til Evropa. Tað gjørdist skótt greitt, at talan var ikki um eitt óhapp, nú tað vísti seg, at hol var á báðum leiðingum langt frá hvørjum øðrum. Tí verður nú váttað, at talan er um sabotasju og spurt verður nú, hvør skal hava áhuga í at fremja slíka.
Hóast flestu stjórnarleiðarar kring Eystursjógvin og nærhendis eru varnir at koma við boði uppá, hvør stendur aftanfyri, vísa flestu viðmerkingar og ábendingar, at tað er Russland, sum hevur framt atsóknirnar antin við mini kavbátum ella dronum. Tað vísir seg, at tað tøkniliga ikki er nakar trupulleiki at speingja hol á gassleiðingar av hesum slag, eisini hóast tær eru sera tjúkkar.
Í løtuni eru fundir á hægsta stigi í fleiri londum um, hvørji stig skulu takast til hesa heilt ávanligu støðuna. Tað eru tey, sum bera ótta fyri, hvørja avleiðing hetta kann fáa fyri eina spildurnýggja gassleiðing úr Norra til Pólands, sum varð tikin í nýtslu júst sama dag sum spreingingarnar í Eystursjónum. Tað eru tey, sum halda, at Russland møguliga hevur ætlanir um at fremja atsókn móti Baltisku gassleiðingini eisini.
Umboð fyri Putin hava úttalað, at støðan er hættislig men ger ikki viðmerkingar til, hvør man standa aftanfyri.
Eygleiðarar halda, at um so er at Russland stendur aftanfyri hendingarnar, so kann tað vera fyri at sáa ótta í Vesturheiminum og fyri at fáa prísin á gassi at hækka aftur. Hetta er so longu veruleiki, nú prísurin á gassi er hækkaður munandi síðani hendingina í morgun. Hóast talan er um eina álvarsliga støðu, so fer hendingin ikki her og nú at økja um orkuvandan í Evropa, nú flestu gassgoymslurnar eru nærum fullar til at standa ímóti einum køldum vetri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald