Uttanlands

Aberdeen vil vera framtíðar vetnis-høvuðsstaðurin

Bussar í Aberdeen koyra longu við vetni (Hydrogen) sum brennievni og fer henda gongd veruliga at taka dik á seg, nú orkufelagið BP og myndugleikarnir í Aberdeen hava gjørt avtalu um samstarv at menna vetnisframleiðslu.

Hjá grannunum í Skotlandi koyra alsamt fleiri og fleiri bussar við vetni (Hydrogen) sum brennievni og ein nýggj avtala millum orkufelagið BP og myndugleikarnar í Aberdeen skal skunda undir ætlaninar

Hjá grannunum í Skotlandi koyra alsamt fleiri og fleiri bussar við vetni (Hydrogen) sum brennievni og ein nýggj avtala millum orkufelagið BP og myndugleikarnar í Aberdeen skal skunda undir ætlaninar

2022-03-15 12:02 Author image
Jan Müller
placeholder

Orkufelagið BP og býráðið í Aberdeen hava skrivað undir eina avtalu um at menna grønt vetni sum brennievni til m.a. bussferðsluna í býnum.  Talan er um eina sokallaða “joint venture” verkætlan. BP skal standa fyri verkætlanini, sum miðjar móti at brúka varandi orkukeldur so sum sólorku til at framleiða grønt vetni. Ætlanin er at fara undir framleiðsluna longu í 2024. 

[object Object]

Verkætlanin, sum  hevur fingið heitið: “BP-Aberdeen Hydrogen Hub” er í trimum stigum. Fyrsta stig í ætlanini umfatar at framleiða 800 kg. av grønum vetni um dagin, sum skal løða 25 bussar og eins stórt tal av øðrum flutningsførum. 30 mió. kr. eru settar av til fyrireiking av verkætlanini. Eftir hetta verður framleiðslan økt sohvørt við nýggjum íløgum fyri at kunna nøkta nýtsluna av grønari vetni til tokflutningin, vøruflutning og sjóvegis nýtslu eins og veiting av vetni til upphiting loksins eisini til útflutnings. 

[object Object]

Henda gongdin fer so eisini at fevna um tær stóru iløgurnar, sum verða gjørdar í havvindorku og verður her serliga hugsað um seinastu útbjóðingina ScotWind framvið skotsku strendurnar og harvið eisini út fyri Aberdeen. 

Umrødda verkætlan fer at gera Aberdeen til ein av heimsins miðdeplum fyri grønum vetni. Áhugavert er at býta merki í, at býurin nú í fimti ár hevur verið oljuhøvuðsstaðurin í Evropa, og nú halda so orkufeløg og myndugleikar fram við menningini gjøgnum grøna orkuskiftið. Hetta fer so eisini at gagna risastóru veitingarvinnuni í býnum og kring alt Skotland.

[object Object]

Ein kanning, sum myndugleikarnir í Aberdeen hava gjørt, vísir, at um eftirspurningurin eftir grønum vetni fer at vaksa sum ætlað eins og vera grundarlag fyri útflutningi eisini, tá fer tað at skapa 700 nýggj arbeiðspláss í vetnisídnaðinum innan 2030.

[object Object]

Umboð fyri BP og býráðið í Aberdeen eftir at hava undirskrivað "joint venture" avtalu um at menna Aberdeen til vetnisbý. 

“Today is a milestone in delivery of our hydrogen programme. We are now seeing the benefits of having our 2015 Hydrogen Plan in place that provided a clear statement on the scale of our ambition to deploy hydrogen power in Aberdeen,” sigur borgarstjórin Jenny Laing. Hon vísir á, at Aberdeen gekk á odda tá fyri sjey árum síðani, og tað er hugaligt at kunna staðfesta, at vit hava ein bý við ikki færri enn 85 vetnis akførum eins og eitt undirstøðukervi og eitt joint venture felag við BP, sum skal  standa fyri framleiðsluni av vetni. 

Orkufelagið BP hevur sett sær fyri at fara undir samstarv við býir og feløg í royndunum at minka um útlátið og røkka null útláti. Felagið ætlar at skipa samstarv við 10-15 býir í 2030 í sambandi við grønt vetni. BP er eisini sera virkið í sambandi við eina aðra ætlan at minka um útlátið, nevnilig at fanga og goyma CO2 í undirgrundini. Her arbeiðir felagið við eini ætlan í Teesside í Bretlandi, sum skal stuðla uppundir arbeiðið at byggja út løðistøðir til el-akfør.

[object Object] 

Vetni sum framtíðar brennievni

BP vil við hesum tiltøkum vísa, at felagið sum olju- og gassfelag í dag er ført fyri og avgjørt áhugað í at vera partur av grøna skiftinum. Og felagið ásannar, at hetta hevði ikki verið gjørligt uttan tær drúgvu royndir og vitan, sum felagið hevur bygt upp sum eitt vanligt olju- og gassfelag øll árini. 

Aberdeen býur hevur higartil brúkt 70 mió. kr. til tess at skipa fyri eini vetnisætlan og hava aðrir íleggjarar goldið 350 mió. kr. Úrslitið er m.a., at meira enn  2 mió. hava ferðast við nýggju vetnisriknu bussunum. 

[object Object]

Keldur: Energy Voice, OVG Energy

https://www.energyvoice.com/renewables-energy-transition/hydrogen/uk-hydrogen/394868/today-is-a-milestone-bp-and-aberdeen-city-council-form-joint-venture-to-develop-green-hydrogen-hub/

https://www.gov.uk/government/publications/uk-hydrogen-strategy

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder