Uttanlands

ADURA: Nýggi orkurisin á Atlantsmótinum

Samanleggingin av Equinor og Shell á bretska landgrunninum er komin eitt týðandi stig víðari. Felagið hevur fingið navnið “Adura”. Tað kann koma at hava stóra ávirkan á framtíðar orkumøguleikar við Føroyar eisini.

Búmerkið hjá nýggja og komandi orkurisanum á Atlantsmótinum og Norðsjónum.

Búmerkið hjá nýggja og komandi orkurisanum á Atlantsmótinum og Norðsjónum.

2025-08-06 16:53 Author image
Jan Müller
placeholder

Tíðindi/Greining. Fyri tey í Føroyum, sum fylgja orkugongdini í grannalagnum, er vert longu nú at leggja sær í geyma eitt spildurnýtt navn, sum vit helst fara at hoyra meira og meira til í hesum árinum og árunum, sum koma.

Felagið, sum fevnir um stóran part av ognunum  hjá stóru orkufeløgunum Equinor og Shell í Bretlandi, fer at gerast leiðandi felagið í økinum eystan fyri Føroyar, nú tað fer at standa fyri stóru olju- og gasskelduni Rosebank eins og stóru Schiehallion kelduni, báðar, sum liggja tætt upp at føroyska markinum umframt hópin av leitiloyvum. 

[object Object]

Eitt sterkari orkufelag

Avgerðin at leggja mongu ognirnar tað verið sera olju- og gassleiðir eins og leitiloyvi varð tikin m.a. eftir høgu skattahækkingarnar hjá bretsku stjórnini. Við at leggja saman  verður tað lættari og meira lønandi hjá feløgunum at fáa lønandi virksemi í einum øki, har treytirnar gerast harðari.  Og við einum so stórum orkufelag sum Adura kunnu vit rokna við, at meiri orku fer at verða løgd í bæði útbyggingar og nýggja leiting. Og her koma eisini Føroyar inn í myndina.

[object Object]Equinor og Shell eiga flestu av leitiloyvunum eystan fyri Føroyar og koma hesi nú í hendurnar á Adura. 

Umframt at eiga fleiri av olju- og gassleiðunum eystan fyri markið, so eigur nýggja felagið eisini eina rúgvu av leitiloyvum skamt frá markinum. Størri fíggjarlig og tøknilig styrki fer uttan iva at gera, at nýggja felagið fer at gera stórar íløgur bæði í útbyggingar og leiting. Hetta kann sum frálíður eisini hava týdning fyri royndirnar hjá Føroyum at fáa orkufeløg at seta kós móti føroyska landgrunninum eins og vísa føroyskari veitingarvinnu størri ans og áhuga.

[object Object]Her í kenda Unionstreet í Aberdeen fer nýggja Adura at hava høvuðssæti sítt. 

Adura = Støðuleiki og haldgóðska

Tey bæði feløgini hava drúgvar royndir í Norðsjónum og við at leggja ognirnar saman koma tey eisini at standa nógv sterkari, tá tað ræður um at menna oljuvinnuna í Norðsjónum og eisini í økinum millum Hetland og Føroyar. Nýggja navnið skal eisini skiljast sum ein nýggj byrjan við trúgv uppá framtíðina. Ymsar eru útleggingarnar av navninum. Ein er at fyrsti bókstavurin A umboðar Aberdeen, har felagið fer at hava sítt høvuðssæti. Restin av navninum “dura” stavar frá orðinum “durability”, sum merkir støðuleiki og haldgóðska. Feløgini meta grannitbygda býin Aberdeen at verða eitt symbol uppá eina grundfesta framtíð hjá nýggja felagnum.

Tað er greitt, at feløgini hava onga ætlan at rýma úr Norðsjónum, sum onnur feløg hava hótt við. Tvørturímóti trúgva tey uppá eina framhaldandi framtíð í hesum meira enn 50 ára gamla kolvetnisøkinum. Felagið fer at halda fram við olju- og gassframleiðslu eitt nú til tess at tryggja orkutrygdina í Bretlandi. Stóri spurningurin er tó, hvønn politikk á orkuøkinum bretska stjórnin fer at stinga út í kortið í komandi tíð. 

Við til at verja orkutrygdina  

Roknað verður við, at felagið er komið heilt uppá pláss móti endanum av hesum árinum. Camilla Salthe, stjóri í Equinor í Bretlandi sigur, at  nýggja felagið er ein varði í orkuheiminum og fer at tryggja víðari virksemi í Norðsjónum. Stjórin í Shell, Simon Roddy sigur, at við Adura verður eitt týðandi stig tikið til framtíðar orkuarbeiði í Norðsjónum. Felagið skal m.a. vera við til at veita orktrygd í Bretlandi. Felagið fer tá at gerast størsti sjálvstøðugi framleiðarin av olju og gassi.

[object Object]Stjórarnir í Equinor, Camilla Salthe og Shell, Simon Roddy fegnast um nýggja felagið. 

[object Object]

Tað verður mett, at Adura fer at standa fyri eini dagligari framleiðslu uppá 140.000 tunnur. Equinor og Shell fara at eiga 50% hvør av nýggja felagnum. Ognirnar hjá Adura fevna um Mariner, Rosebank og Buzzard leiðirnar hjá Equinor eins og orkuleiðirnar hjá Shell Shearwater, Penguins, Gannet, Nelson, Pierce, Jackdaw, Victory, Clair og Schiehallion. Haraftrat koma fleiri leitiloyvi. Hvat viðvíkur varandi og grønum orkuverkætlanum hjá báðum feløgum, so fara hesar framhaldandi at hoyra til ávikavist Equinor og Shell og ikki vera partur av Adura.

[object Object]Nýggja orkufelagið "Adura", sum er úrslit av samanlegging av ognum hjá Equinor og Shell, fer at eiga flestu av olju- og gasskeldunum eystan fyri Føroyar eins og leitiloyvi. 

Samanleggingar nýggi “trendurin”

Samanlegging av orkufeløgunum er vorðin nýggi "trendurin" í orkuheiminum. Hetta er kortini heilt vanligt í olju- og gasssøguni, men tykist nú fossila vinnan gongur torførari tíðum á møti í sambandið við eitt nú grøna orkuskiftið at vinda uppá seg. Og her er vert at geva gætur serliga tær samanleggingar, sum nú fara fram á okkara leiðum. Equinor og Shell er so ein tann størsta av sínum slag, men enn ein stór er hon millum feløgini Ithaca Energy og ENI. Í báðum førum er talan um feløg, sum eru virkin á Atlantsmótinum tvs. økinum millum Føroyar og Hetland. 

Hesi fýra feløgini standa í dag fyri stórum parti av framleiðsluni av olju og gassi eystan fyri Føroyar eins og flestu av leitiloyvunum og longu gjørdum fundum. Við at menna bæði fíggjarligu og tøkniligu styrkina kann roknast við, at nýggju samanløgdu feløgini fara at hava lættari við at kunna gera nýggjar íløgur í olju og gassvirksemi komandi árini.

Og her eru Føroyar í tí hepnu støðu at vera granni til fleiri av keldunum og loyvunum. Tvs. at komandi boringar fara at útvega nýggja og týðandi vitan um undirgrundina heilt upp at føroyska markinum og harvið eisini inn á føroyskt øki. Um stutta tíð fara vit at síggja Equinor bora ikki færri enn 7 brunnar á Rosebank leiðini, sum skulu gera klárt til framleiðslu í 2026.

[object Object]Í næstum verður farið undir at bora framleiðslubrunnar á Rosebank kelduni eystan fyri Føroyar. Hesir kunnu eisini hava týdning fyri vitanina um føroysku undirgrundina nærhendis og harvið verða við til at varpa ljós á leiting aftur við Føroyar. 


Boringar við markið týdning fyri Føroyar

Hesar boringar kunnu koma at geva nýggjar og týðandi upplýsingar um undirgrundina á markinum og inn á føroyskt øki eisini. Tí kann man siga, at boringarnar á Rosebank í næstum, eisini kunnu gerast eitt slag av fyrireiking til boringar á føroyska landgrunninum í framtíðini - vitandi at útbyggingar av oljukeldum fara oftani at hava tørv á møguligum goymslum í grannaøkjunum fyrr ella seinni, tað, sum á oljumáli verður kallað "Near field opportunities". Og hetta er júst sami boðskapur, sum Jarðfeingi marknaðarførir, tá tað luttekur á orkuráðstevnum og messum í útlandinum við stuðuli frá politisku skipanini í Føroyum. 

[object Object]Jarðfeingi hevur fingið til uppgávu frá landsstýrinum at marknaðarføra føroysku undirgrundina til leiting eftir olju og gassi, og tað gera kvinnuligu jarðfrøðingarnir fyrimyndarliga á ráðstevnum og messum í útlandinum, her í London fyrr í ár, har føroyska sendikvinnan vitjar føroyska básin.  Mynd Jan Müller


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder