Uttanlands

Ætlanir um nýggja gassútbygging eystan fyri Føroyar

Gasskeldan Victory, sum varð funnin í 1977, verður møguliga útbygd til framleiðslu at byrja í 2024

Victory liggur í einum gassframleiðandi øki millum Hetland og Føroyar. Har eru longu fleiri framleiðandi keldur so sum Laggan Tormore, Edradour og Glenlivet. Síðani verður roknað við gassframleiðslu í framtíðini eisini frá keldunum Cambo og Rosebank, sum liggja uppaftur tættari føroyska markinum. Alt gassið verður flutt umvegis rørleiðing til Hetlands.

Victory liggur í einum gassframleiðandi øki millum Hetland og Føroyar. Har eru longu fleiri framleiðandi keldur so sum Laggan Tormore, Edradour og Glenlivet. Síðani verður roknað við gassframleiðslu í framtíðini eisini frá keldunum Cambo og Rosebank, sum liggja uppaftur tættari føroyska markinum. Alt gassið verður flutt umvegis rørleiðing til Hetlands.

2021-06-29 13:38 Author image
Jan Müller
placeholder

Enn ein nýggj verkætlan um útbygging av gasskeldu eystan fyri Føroyar er komin eitt týðandi stig nærri. Tað snýr seg um gasskelduna Victory, sum var funnin í 1977 og sum síðani hevur skift hendur nakrar ferðir. Tað var amerikanska oljufelagið Texaco, sum fann kelduna tá, og nú er tað oljufelagið Corallian Energy, sum hevur sett sær fyri at útbyggja hana til framleiðslu longu í 2024. Tær flestu kanningarnar í sambandi við eina útbygging eru longu gjørdar, og nú um dagarnar kundi felagið vátta, at tann umfevnandi umhvørviskanningin er komin á mál.  Henda kanningin verður so latin myndugleikunum seinni í ár saman við eini umsókn um at fáa útbyggingina endaliga góðkenda.

[object Object]

Victory liggur í einum stórum gassframleiðandi øki (reyði liturin) millum Hetland og Føroyar. Verða Cambo og Rosebank keldurnar nærri føroyska markinum útbygdar, so verður eisini gass framleitt har og flutt til Hetlands gjøgnum gassleiðingar. 

Corallian Energy heldur útbygging av Victory liggur líka til høgrabeinið, nú fleiri aðrar gasskeldur í sama øki longu framleiða, og nú gassleiðing til Hetlands tryggjar tað neyðuga undirstøðukervið. Hesar sannroyndir eru við til at gera verkætlanina meira lønandi og hevur fíggingarfelagið Rebold Ressources, sum eigur 49,9% av Corallian sera góðar vónir um komandi útbyggingina, ikki minst nú hon liggur mitt í sonevnda Greater Laggan Area, sum fevnir um gasskeldurnar, Laggan Tormore, Edradour og Glenlivet.

[object Object]

Corallian Energy hyggur so eisini eftir møguleikum fyri at gera nýggj gassfund tættari við føroyska markið, har tað longu eru gjørd fleiri kombinerað olju- og gassfund, eitt nú Cambo og Rosebank.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder