2023-08-20 21:27
Hetta er einki minni enn ein hátíðardagur í Hetlandi, sum hevur strongt so hart á at fáa grøna orku til oyggjarnar, sum annars í stóran mun eru heftar at olju til tess at nøkta tess orkutørv, nú 103 vindmyllur eru uppsettar. Talan er um eitt vegamót í grøna orkuskiftinum í oyggjunum.
Leingi er tað, ið væl skal verða verður oftani tikið til í Føroyum og so er eisini hjá grannum okkara í Hetlandi. Har hava tey nú í mong mong ár fyrireikað bygging av eini risastórari vindorkumylnulund við einki minni enn 103 vindmyllum, sum fevna yvir eitt rættiliga stórt landaøki. Talan er um vindmyllur av slagnum Vestas V117 4.3MW.
Uppsetingin av vindmyllunum byrjaði í februar í ár og eftir bert seks mánaðum hevur tað eydnast at seta upp 103 vindmyllur. Tvs. at arbeiðið hevur gingið væl skjótari enn ætlað.
Arbeiðið verður heilt liðugt í 2024. Tá skal framleiðslan kunna veita streym til hálva mió. húsarhald.
Hóast tað hevur gingið sera væl við arbeiðinum, so hevur nógvi vindurin verið ein høvuðsmeinbogi fyri at røkka á mál við arbeiðinum.
Viking Windfarm, sum stendur fyri verkætlanini, hevur ætlanir um at kolvelta orkuveitingina í Hetlandi umframt at gera streym til eina tíðandi útflutningsvøru. Við hesi verkætlan vil Hetland vera við til at minka munandi um CO2 útlátið í Bretlandi.
Meira enn 400 fólk hava verið til arbeiðis í sambandi við útbyggingina, sum er ein hin størsta í hetlendskari søgu. Í løtuni verður elkaðal lagdur millum skotska meginlandið og Hetland, og fer hann at vera grundarlagið undir útflutningi av streymi úr Hetlandi til Skotlands. Eisini fer hann at tryggja, at Hetland kann fáa streym úr Skotlandi, tá eingin vindur er í Hetlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald