Tað var tann tíð, tá føroyskar fyritøkur og kommunur í hópatali fóru til Aberdeen og Stavanger at luttaka á stóru altjóða orkumessunum Offshore Europe og ONS. So er ikki longur. Hvat framtíðin hevur at bjóða er ein annar spurningur. Men okkurt lívstekin er kortini, og tað er ikki til at undirmeta heldur.
Millum teir hundraðtals framsýnarar av vørum og tænastum til orkuvinnuna á Offshore Europe í Aberdeen, var eisini felagið Mintra, sum hevur eigarar bæði í Føroyum og Norra.
Føroyski orkuportalurin á Portal.fo her á vitjan hjá Mintra.
Orkan.fo vitjaði á básinum hjá Mintra, og tað serstaka við hesum altjóða felag, sum hevur kundar runt allan knøttin, er, at høvuðseigarin í hesum felagi er føroyskur. Tað er nevniliga føroyska Tjaldur, sum eigur felagið saman við starvsfólkunum og norsku familjufyritøkuni Ferd.
Nevndarformaður í Mintra er eisini føroyingur, nevniliga Rúni M. Hansen, sum í nógv ár var ein av leiðarunum í stóra orkurisanum Equinor.
Mintra er ein tøknifyritøka, sum veitir talgilda frálæru til vinnur har trygd og lógarkrøv hava avgerandi týdning. Felagið hevur serligan kunnleika innan sjóvinnu og orkuvinnuna, har krøvini til útbúgving og trygd eru sera høg.
Mintra, hevur sløk 200 fólk í arbeiði og harav arbeiða 50 av teimum í Aberdeen. Umframt Aberdeen, hevur felagið millum annað skrivstovur í Norra, Svøríki, USA og Kypros.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald