Nú roknskapirnir hjá stóru altjóða oljufeløgunum fyri 2020 gerast almennir, sæst, at tey flestu teirra hava havt stór tap í farna ári, ikki minst í seinasta ársfjórðingi. ExxonMobil hevði eitt tap uppá 22 mia. dollarar, BP eitt tap uppá 18,1 mia. dollarar og Chevron uppá 5,5 mia. dollarar.
Og taka vit so eitt av okkara meira heimligu oljufeløgunum, norska Equinor, so hevði tað eitt tap í fjør uppá 5,1 mia. kr. Hetta er størsta tapið eitt einstakt ár hjá norska felagnum nakrantíð.
Og í øllum hesum er orsøkin tann sama: korona og minkandi eftirspurningur og prísur.
Hóast vaksinur ímóti korona gerast alt meira vanligar, og fleiri og fleiri verða vaksinerað, so eru útlitini ikki tey bestu, nú fleiri nýggir variantar av korona gera um seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald