Tað skrivar e24.no. Víst verður til eina nýggja frágreiðing, sum tær báðar norsku fyritøkurnar hava gjørt, nú tað verður roynt at finna ein avloysara til tungoljuna og aðra olju, sum flestu skip í dag brúka.
Í frágreiðingini verður víst á, at tað fer at løna seg at gera íløgur í ammonik sum nýggja brennievnið til skip, hóast eisini nógvir aðrir møguleikar verða kannaðir so sum LNG, vetni, el-battarí oa. Av tí at skipaferðslan í heiminum stendur fyri stórum parti av oljunýtsluni og harvið eisini CO2 útlátinum, er altumráðandi at finna rætta framtíðar brennievnið, ið kann avloysa oljuna, nú grøna orkuskiftið stendur so frammaliga.
Roknað verður við at umhvørviskrøvini til flutning og vinnu á høvunum fara at gerast strangari og strangari, og tí verður roynt frá nógvum ymsum síðum at finna røttu, bestu, bíligastu og minst dálkandi loysnina, sum eftir øllum at døma ikki er lætt, og tí eisini krevur stórar íløgur í gransking og nýggja tøkni.
Í frágreiðingini stendur eisini at lesa, at LNG, tvs. flótandi nátúrgass kann gerast ein týðandi partur av orkuskiftinum í eini broytingartíð.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ammoniak verður tikið fram sum eitt av mest týðandi framtíðar brennievnum til skip, nú vinnan skal minka um útlátið fyri at røkka veðurlagsmálinum hjá IMO, sum er altjóða sjóvinnufelagsskapurin.
Í løtuni verður eitt norskt veitingarskip gjørt um til at kunna sigla við ammoniak brennievni longu í 2024. Tað er orkufelagið Equinor, sum stendur aftanfyri ætlanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald