Uttanlands

Trump boðaði frá orkuvápnahvíld millum Ukraina og Russland - men tað visti Ukraina einki um

Men um Russland er sinnað at hava eina orkuvápnahvíld, er Ukraina eisini, sigur Zelenskyj.

Amerikanski forsetin, Donald Trump boðaði í gjár frá, at avtala varð gjørd um orkuvápnahvíld millum Ukraina og Russland (Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump boðaði í gjár frá, at avtala varð gjørd um orkuvápnahvíld millum Ukraina og Russland (Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-12 09:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Avtala er gjørd um sonevnda orkuvápnahvíld millum Russland og Ukraina, sum kemur í gildi alt fyri eitt, boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá sunnudagin á Truth Social.

Hvat avtalan inniber, greiddi Trump ikki nærri frá.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj segði tó í gjár við miðilin Axios, at hann kendi einki til slíka avtalu. Men um Russland er sinnað at hava eina orkuvápnahvíld, er Ukraina eisini, segði hann.

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur funnist at Zelenskyj og heitt á hann um at steðga ukrainskum álopum á russisk oljureinsiverk. Afturfyri vildi Zelenskyj hava russar at gevast at leypa á ukrainskt orkuundirstøðukervi.

Les eisini: Zelenskyj: Møguligt at steðga álopunum, men tað ynskir Putin ikki

Sambært Trump vóru ukrainsku álopini orsøkin til dieseltrot, sum hevur fingið Trump at gera eina avtalu við russiska forsetan, Vladimir Putin um keyp av russiskum diesel.

Avgerðin hjá Trump um at gera avtalu við Putin var, sambært Zelenskyj, ein veik avgerð. Eftir hetta segði Trump, at Ukraina átti at fingið ein nýggjan forseta.

Hóast Trump hevur boðað frá vápnahvíld, lupu russar í gjárkvøldið á orkuverk í ukrainska Kharkiv-økinum, skrivar Ritzau. Í nátt er eisini boðað frá russiskum álopum á orkuundirstøðukervi í landslutinum Zjytomyr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder