Innanlands

Av oljuleið í Bretlandi til Føroya at kroka

Ringa veðrið um okkara leiðir hevur fingið oljuskip, sum arbeiða eystan fyri markið, at koma til Føroya at kroka

Far Sigma, sum arbeiðir á Foinaven oljuleiðini sunnan fyri Føroyar, komið til Havnar fyri at kroka. Mynd Jan Müller

Far Sigma, sum arbeiðir á Foinaven oljuleiðini sunnan fyri Føroyar, komið til Havnar fyri at kroka. Mynd Jan Müller

2021-09-22 10:03 Author image
Jan Müller
placeholder

Mánakvøldið kom norska frálandsskipið “Far Sigma” á Havnina fyri aðru ferð seinastu dagarnar. Í farnu viku var orsøkin til vitjanina manningarskifti. Hesaferð er orsøkin ótespuliga veðrið á oljuleiðunum har suðuri á Atlantsmótinum. Norska veitingarskipið fer at liggja á Havnini til fríggjadagin.

[object Object]

Vert er at bíta merki í, at skipið valdi at koma aftur til Føroya at kroka heldur enn at fara í hetlendska ella skotska havn. Tað kann vera tí, at pláss hevur ikki verið í skotskari havn, ella eru tað góðu royndirnar frá manningarskiftinum nakrar dagar frammanundan, sum hava  fingið skiparan at seta kós móti Føroyum aftur.

Tað er Faroeship, sum er agentur fyri Solstad, ið eigur skipið. Far Sigma er veitingarskip á Foinaven oljuleiðini skamt frá føroyska markinum. Foinaven var fyrsta oljufeltið, sum fór undir framleiðslu á leiðunum vestan fyri Hetland í 1997.

[object Object]

Foinaven er eitt av oljufeltunum á Atlantsmótinum og liggur miðskeiðis millum Føroyar og Hetland. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder